Fitt av fólki varð komið saman at varpa ljós á endurnýtslu og tilfeingi í skúlanum við Løgmannabreyt |
Sunnudagin 30.okt. 2016 varð pallborðsfundur. Evnið var: endurnýtsla, ístaðin fyri at brenna, hvussu leingja vit liviringrásina av okkara tilfeingi.
Hettar er ein grein við vælkomutaluni og svørunum uppá tveir settar purningar panelið, ið varð mannað av øllum flokkum, fekk undan funin.
Umhvørvistiltakið, sum var í skúlanum við Løgmannabreyt, meti eg, varð sera væl eydnað.
Familja, vinir og fólk innan renovatión, umhvørvisáhugaði ellars og fleiri valevni møttu.
Vælhugsandi er, at tann, ið kemur at manna umhvørvisnevndarsessin í býráðnum varð til staðar hendan sunnueftirmiddag, og hevur fingið væl í viðføri við kunning, ráðum, ynskjum og upplýsing m.a. frá Aslaug Gisladóttir, um ringbúskap og Martini á Fløghamri, um umhvørvisarbeiði.
Mín vón er, at hetta tiltakið er við til eina nýggja umhvørvis- og endurnýtslukós fyri kommununa.
Tiltakið byrjaði kl 4 við at fyriskiparin bjóðar vælkomin við hesum orðum:
Bjørg Dam bjóðar vælkomin |
Vælkomin.
“ Føroya ull er føroya gull” er eitt orðatak vit øll kenna, tí ullin helt hitanum á føroyinginum og átti lívið í honum.Tað vóru nógv ár, har tað mesta av føroya gull varð brent.
Tað er ein sannroynd, at nógv av okkara náttúrutilfeingi, verður brent ella tyrvt í dag.
Hettar er bert ein partur av tilfeinginum vit ikki troyta.
Tí vit innflyta eina øgiliga rúgvu av alskyns tingum. Tá vit eru liðug at brúka tað, blaka vit tað mesta í rúgvuna og tað endar í brenniovninum ella tyrvt.
Alheimsdálking og avmarkað náttúrutilfeingi ger, at vit eru noydd at broyta verandi skipanir.
Vit skula síggja burturkastið við nýggjum brillum, sum eitt tilfeingi.
Avbjóðingin er, hvussu kunnu vit í Tórshavnar kommunu endurnýta meir. Hvussu gera vit tað attraktivt, bæði fíggjaliga og hugmyndarliga?
Endamálið við hesum pallborðsfundi, er at varpa ljós á evnið og at fáa eitt gevandi konstruktivt kjak í gongd.
- Góðan dagin góðu fundarfólk og valevni. Eg eri innarliga glað, at síggja so nógv her í dag, tí tað merkir, at vit eru nógv, ið brenna fyri at brenna minni tilfeingi.
Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari á IRF hevur framløgu um ringbúskap |
Hvussu nógv tilfar er egentliga í fartelefonum? meginparturin verður ikki endurnýttur! |
Spurningur 1. Hvussu kunnu vit í Tórshavnar Kommunu syrgja fyri, at størri partur av tilfeinginum verður endurnýttur?
Í panelinum: Vivie Kirke Davidsen (A), Ingi Mittún (B), Marin Katrina Frýdal (E) og Oda Andreasen (F) |
- Tað er ein politiskur partur og ein skipanarligur partur, og vit tosa um náttúrutilfeingi og innflutt tilfeingi.
Politiski parturin:
Tað týdningarmiklasta hjá tí politikaranum, sum kemur at sita við umhvørvismálum er at tryggja undirtøku um eina grønari leið hjá vinnu, forbrúkara, borgara og hinum politikarunum í býráðnum.
Vit hava tað ítøkiliga fíggjarliga aspekt í endurnýtslu, sum kann mátast - og sum vanliga hevur verið nýtt til at argumentera fyri, at endurnýtsla ikki ber seg fíggjarliga.
Men um vit kunnu áseta tað meira óítøkiliga ringbúskaparvirðið í endurnýtslu og troytan av føroyska tilfeinginum, so fáa vit eitt heilt annað roknistykkið, sum eg eri sannførd um, vísir at endurnýtsla er ein vælavkastandi vinna, tí hevur hetta málið so stóran politiskan týdning fyri meg.
Her eru nakrir ringvirkningar:
- betra handilsjavnvág og verða sjálvberandi á økjum - soleiðis styrkja fíggjarliga búskapin.
- tjóðskaparligir, stoltleiki liggur í at gagnnýta egið tilfeingi.
- menna ein heimamarknað, ið styrkin um útflutningsmøguleikan
- vistskipanarligir - vit fjálga og framtíðartryggja føroyska spískamarið, ið veitir okkum ørgrynni av ókeypis tænastum, sum tryggja mat og vælveru.
- umhvørvisligir, minni orkunýtsla við endurnýtslu, minni útlát av vakstrarhúsgassi, minni troytan av náttúrutilfeinginum.
- heilsuligir
Eftirspurningur og meirvirði - forbrúkarin vil rinda meira fyri eina vøru, ið er føroysk, ið er burðardygg og sum er endurvunnin. Vit skula áseta hetta meirvirði — og politiskt ber til at økja virði, við hugburðsbroytingum.
Allir hesir faktorar skula íroknast virðinum á endurnýtslu - fyri at fáa eina rætta heildarmynd av teimum ágóðum, fíggjarligum og vinnuligum fyrimunum endurnýtsla gevur.
Økja eftirspurninginum av náttúrutilfeinginum
Náttúrutilfeingið er tað ríkidømi spíðskamari gevur okkum. Ov nógv avroð fer burtur av seyði, ull, skinn osf. Her skal kommunan brúka tey amboð hon hevur - íverksetarahúsið HUGSKOTIÐ og ein líknandi stuðul, sum umhvørvisstuðulin er, hetta fyri at styrkja um íverksetan sum gagnar endamálinum, at fáa meira burturúr okkara náttúrutilfein
Til býráðsvalið í 2012 skrivaði eg eitt lesarabræv har eg hugleiddi um hvønn týdning ein nýggj kókibók - 100 nýggjar uppskriftir uppá tilreiðan av seyði. - hvat hevði hettar gjørt við eftirspurningin av avroðum ?
TAÐ ERU SO NÓGV TILTØK, ið kunnu gerast, sum ikki kosta men heldur kasta virði í samfelagið. Júst nú er ein bindibók við 52 nýggjum tulkingum av gomlum bindimynstrum útkomin. Hettar er ein góður háttur, at menna og varðveita vitan og tilfeingi.
hettar er væl í trá, við nýggja landbúnaðarpolitikkin hjá samgonguni.
Steðgur:
Jens Marni spældi í steðginumTilføj |
Martin á Fløghamri umboð frá FNU greiðir frá teirra sjónarmiðum |
Spurningur 2. Hvar er størsti tørvurin á endurnýtslu, og hvussu kann tað skipast?
Hvussu skal burturkastið skipast?Borgarin og vinnan eru lykilin, tí burturkast skal skiljast beinleiðis frá forbrúkaranum, og tað sum kann fara aftur til forbrúkaran beinanvegin, skal kunna tað.
Ein øgilig rúgva av húsarhaldsvørum og byggitilfarið verður blakað burtur. Lokalar býtisstøðir er ein lættur háttur, at leingja livitíðina hjá tilfari og lutum.
Lívrunnið tilfar - Eitt nýtt tyrvingarpláss er samtykt úti við grótbrotið á Glyvursnesi. Um eg komi inn, skal hettar verða ein miðdepil, har lívrunna burturkastið verður gjørt til gull - kompost og flis.
Sankutøð, eisini kallað kompost, er lívrunnið húsarhaldsburturkast, sum kann endurnýtast við hús. Mett verður, at ein fjórðingur av húsarhaldsburturkasti er lívrunnið tilfar. Liðug sankutøð kunnu nýtast at taða við í urtagarðinum.Við hesum verður minni orka nýtt at flyta burturkast á Brennistøðina, og minni orka verður nýtt at flyta útlendsk tøð til Føroya.
Jarn og metal verða í dag ikki skilt í húsarhaldinum, hettar eru avmarkaði náttúrutilfeingi, sum eisini fæst góður prísur fyri. Tí eigur húsarhaldið sjálvandi at skilja jarn og metal eisini.
Orkunýtslan minkar 95% við at endurnýta aluminium í staðin fyri at vinna tað úr jørðini. Á sama hátt minkar orkunýtslan 70% við endurnýtslu av jarni, 75% við endurnýtslu av kopari og 85% við endurnýtslu av blýggi.
Embalasja: glasfløskur, gløs, dósir og plastfløskur - Ein kommunal innsavning skal verða. Forbrúkarin skal ikki longur renna frá Pontus til Pilatus, fyri at sleppa av við ymsu fløskurnar. - Sum nú, er væntandi innlating ein fíggjarligur fyrimunur hjá handlunum. Tí skal pantið, sum handlanir taka inn, latast kommunalu innsavningini, hvørs endamál er at fáa so nógv inn aftur sum gjørligt.
Tað verður nógv lættari at verða forbrúkari, og mótstríðandi fíggjarincitamentið hjá handunum er burtur! Úrslitið verður, at nógv meir embalasja kemur inn.
Papír: Við at endurnýta papp og pappír í staðin fyri at framleiða nýtt, minkar orkunýtslan niður í helvt, vatnnýtslan 80% og spillvatnsmongdin enn meira.
Vinnan skilir ikki tað stóra papír og plast í dag, Reint plast er gott at endurnýta og hevur ein marknaðarprís - tí skal vinnan sleppa bíligari av við skilt burturkast so sum reintplast, papír og annað.
Generelt skal óskilt burturkast verða dýrari at sleppa av við!
Fyri at fáa alt at hanga saman logistiskt og fíggjarligt ber til at spara hús-til-húsatænastuna burtur. Fólk hava fingið tilfarið til húsa, so skuldi verið líka til, at fáa tilfarið út aftur av matriklinum. Tí er ein stórur møguleiki, at vit gera umhvørvisstatiónir úti í býlingunum, har teir sjálvi bera sítt burturkast og tilfeingi. Her skal eisini verða ein býtisstøð fyri húsarhaldslutir og byggitilfar.
Elektronisk tól verða send til góðkendar útlendskar móttakarar, sum viðgera og endurnýta tilfarið. Elektronisk tól innihalda metal og tungmetal, sum eru góð at endurnýta. Við at endurnýta metal sum kopar, gull, tin, aluminium og jarn, minkar orkunýtslan til nýframleiðslu og flutning av metalum sera nógv. Harumframt minka vit eisini um jarðartýningina og um burturkastnøgdirnar til brenning og tyr ving.
Fjarhiti. er ikki hiti frá varandi orkukeldum, tó lýkur hann sera væl endurnýtsluprinsippið. Men vit skula ongantíð brenna meir, fyri at fáa meir fjarhita, tí grundprinsippið er, at vit skula leingja lívringrásina á lutum.
Umhvørvistilvit skal gerast attraktivt
- At peika eftir hinum, er ókonstruktivt, og tað flytir ábyrgdina frá einum sjálvum - Serliga í einari sak sum hesari, har vit øll hava ábyrgd av framstig - ynskja vit størri umhvørvistilvit, muga vit gera tað freistandi - tað skal eitt nú merkjast á samvitskuni, men eisni á pengapunginum og tað skal vera ein jalig íløga í framtíðina.
Vit muga brúka gularót og písk.
Hettar eru mínir tankar og ynski til eina grønari, tryggari og ríkari kommunu í 2020.
Mín dreymur er, at fáa størstu ávirkan, at fáa gjøgnumført mínar dreymar. Tí er dreymurin at sita sum forkvinna í umhvørvisnevndini, við einum nevndarsessi í vinnunevnd og fíggjarnevnd.
Gott og grønt val til okkum øll.
Kom við okkum til einar væl grønari 2020.
Bjørg Dam
Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.
Heimasíða: bjorgdam.blogspot.com
Høvi varð at seta spurningar |
Fundarstjórin, Elin Mortensen helt gott skil á fundar- og pallborðsluttakarunum. Her tekur hon samanum og takkar fyri. |
5 útstillarar sýndu endurnýtsluvørur fram:
tv: Elin Lindenskov við sápum og øðrum. th: Verner Hansen dreygari, |
Barbara G. Apol vísir, hvussu ein kann flætta pungar úr eitt nú avísum |
Fjølsmiðan vísir ymiskar lutir. Borðið er úr einum húsum í Bøgøtu. |
Elin Lindenskov endurnýtir eitt nú tálg, bannarar og ymiskt stoff. |
Verner Hansen hevur dreygað ymsar trælutir |
Staðið á Áarvegnum vísir ull og skinn. |