Skip to main content

Nýggja bussleiðin

Býtir býlingar upp, steðgar ov tíðliga á kvøldið og vandamiklir gonguteigar.


Ikki var tað aprílsøga, at bussleiðin broyttist sjálvan 1.apríl! Tíbetur, tí bussleiðina eiga vit at vera góð við, menna, betra og styrkja alla tíðina.

Sera gott er, at bussurin nú koyrir í vikuskiftinum. Men tíverri gevst bussurin alt ov tíðliga á summum leiðum. Kaldbaksfólk mugu heim longu kl. 21.26 á kvøldið, og kunna sostatt eitt nú ikki ganga á kvøldskúla longur. Tey arbeiddu hart fyri í 1980’unum at fáa bussin at koyra til eftir kl.22 á kvøldið,
tí so nógvir aktivitetir eru til á - og nú hava tey mist tað, hóast tey hava boða frá hesum staðiliga.

Børnini á Hvítanesi ganga í Hoyvíkarskúla, tíverri koyrir nýggja bussleiðin oman í býin eftir Hvítanesvegnum og sostatt ikki framvið skúlanum! Býarplanliga hevur kommunan í áratíggjur arbeitt við at skapa ein miðbý fyri Hoyvíkina og kringliggjandi býlingar við kirkju, samkomum, skúlum, ungdómstilboðum, handlum, læknaviðtalum, vinnu og hópin av ítróttartilboðum við Vegnum Langa og niðaneftir Karlamagnusarbreyt. Hesum verða tey á Hvítanesi og millum Gilja nú avskorðin frá, tí nýggja bussleiðin leggur ikki leiðina framvið her longur.

Jú, tað ber til hjá børnunum at ganga frá Hvítanesvegnum og niðan til Hoyvíkarskúla, men tað er dekan ov langt at ganga niðan í fimleikahøllina á Løgmannabreyt ella fótbóltsvøllin. Leggjast skal eisini í huga, at hesi børn longu hava gingið eitt fitt pettið niðan til busssteðgistaðið á Hvítanesi. Tó er stórsti vandin, tá børnini skula heimaftur. Tá skula tey ganga yvirum Hvítanesvegin. Ein sera vandamikil gonguteigur, har foreldur tora bert at lata børn úr uml. 12 árum og eldri ganga yvirum. Hetta er eitt tað mest trafikeraða vegastrekkið í Havnini, og er tætt við landsveg, har bilar koyra 80km/t. Nógvir bilar hava ikki lækkað ferðina, tá teir koma til fótgangateigin skúlabørnini skula ganga yvirum.
- Eg havi heitt á kommunu og landið, at nútímansera gonguteigarnir, umframt at gera serlig gonguteigaøki við busssteðgistøð og við serlig gongufólkaknútapunkt. Hettar er eitt annað mál, men er tó tætt tengt at bussleiðini, tí eru vegirnir ikki tryggir at ganga yvirum, kunna fólk ikki brúka bussarnar.
Trupulleikin er sera týðiligur, nú tey Millum Gilja skula skifta buss við Flatarvegin/Vegin Langa. Nú skula tey ganga yvir um gonguteigin við Vegin Langa, har bilarnir ótarnaðir kunna koyra sera skjótt, slitnu sebrastrípurnar ávara ikki um gonguteig og skeltingin sæst illa. Hettar er eitt gongufólkaknútapunkt, har nógv fólk gongur niðan frá gøtuni frá Svartafossi umframt at har er busssteðgistað, tí skuldi eitt nýtt gonguteigaøkið verið her. 
Við at hyggja eftir ferðaætlanini sæst, at bussarnir koyra í stóran mun eftir somu vegum, og tí verða tað færri, ið fáa ágóðan av bussunum. Hetta átti man at arbeitt við, soleiðis at bussarnir komu víðari um. 
Tað er ógjørligt, at gera øll nøgd, og tað er ein spurningur um pengar. Men tað er sera harmiligt, at tað ikki ber til at taka bussin runt í Hoyvík longur. Júst sum tey á Argjum í nógv ár hava gjørt vart við, at tey yðst úti á Argjum hava langt til bussin, umframt tey ikki hava buss niðan á AB vøllin. At býlingar verða býttir sundir er sera óheppið fyri trivnaðin í nærumhvørvinum.
Hettar er eitt royndarár, og nú skula vit øll út at royna nýggju leiðirnar og tíðirnar. Kommunan tekur ímóti ynski um broytingar og eisini loysnir uppá avbjóðingar. Nú skula vit loyva nýggju ferðaætlanini at virka eina tíð. So verða tillagingar gjørdar og vónandi ynskini frá borganum virðiliga viðgjørd og tikin við, tey sum kunna.
Týdningarmesta er tó, at vit taka væl undir við og fara at brúka bussin meir, serliga í vikuskiftinum. So styrkist grundarlagið og argumentið um, at gera bussleiðina enn betri.






Popular posts from this blog

Eik stuðlar Stella Polaris komandi 4 árini

Óskar Eiriksson, Bjørg Dam, Ólavur Jensen, leiðari á Marknaðardeildini hjá Eik, Malan Thomsen og Uni Árting. Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs undirskrivaði hósdagin 6. oktober 2016 eina 4 ára høvuðsstuðulsavtalu við Eik um tónleikakappingina Stella Polaris. Avtalan er framhald av stuðulsavtaluni, sum Eik og Musikkskúlanevndin hava havt, síðan Stella Polaris byrjaði. Endamál Stella Polaris er kapping, sum vendir sær til børn og ungar klassiskar tónleikarar, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping. Kappingin Stella Polaris varð á fyrsta sinni hildin í februar 2014 og á øðrum sinni í februar 2015. Kappingin hevði bæði árini stóra undirtøku millum tónleikarar, og hetta vísir okkum, at tørvur er á slíkari kapping í Føroyum. Arbeiða við at betra konseptið.  Vit í Musikkskúlavevndini eru tí sera fegin um framhaldandi stuðulsavtaluna við Eik. Hetta ber í sær, at Stella Polaris nú er komin í eina fasta legu og er framtíðartryggjað tey næstu 4 árini. Vit arbeiða áhaldandi við at betr

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.

Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni í skúlanum, og vilja tí heita á tykkum avvarandi mynduleikar og politikarar, um at arbeiða skjótt og finna pláss, og skipa serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar, ein til grunddeild, ein til miðdeild og ein til hádeild eftir kunngerðini frá 19.03.2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá hugsað verður um, at tað var longu í november 2013 at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, sum kom til ta niðurstøðu, at

Stolt foreldur!

Sum forkvinna í ADHD felagnum og vit bæði, sum avvarandi foreldur eru sera sera errin av, at fáa høvi at leggja bil til og koyra fremst í Pridini, sum var í gjár. Vit sum foreldur hjá barni við ADHD kenna væl kensluna av, at ikki kenna seg rættan, ikki nóg góðan