Skip to main content

Í kvøld var kunningarfundur í samband við langhylilin í Gundadali.


Flestu av teimum møttu vóru íbúgvar í Poul Juelsgøtu, gøtuni omanfyri. Sum limur í bygginevnini, var eg áhuga at hoyra, hvat grannarnir halda og hvat teir stúra fyri.
Hettar er ein gomul verkætlan, sum Elin Lindenskov fekk sett í gongd seinastu býráðssetu.


Svimjihøllin hevur í nógv ár verið alt ov lítil til stóra og fjølbroytta virksemi. Byggingin skal eftir ætlan byrja á sumri 2020 og fer at taka eini 2 ár.
Hettar er ein stór byggiverkætlan, har tað bæði skal spreingjast og flytast nógv tilfar frá og byggitilfar til, so sjálvandi fer hettar at ávirka grannarnir nógv. Tað var eisini til spreinging og sjálva byggingina at fleiri spurningarnir vóru, umframt støddina á nýggja partinum. Sjálvt útsýni missa teir ikki nakað stórvegis av, tí tekjan verður javnt við lægru tekjuna í dag. Allir spurningar vóru væl svaraðir, og tað var við góðum kortum í hondini, at umsitingin kundi vísa til Stórhøllina, ið liggur beint við. Tí teir hava fyri kortum staðið fyri stóru útbyggingini, har spreinging og byggingin er sera væl úr hondum greidd - Ein tók til, at nú er Høllin á Hálsi nógv flottari enn hon var áðrenn.
Tað er sera týdningarmikið at hava kunningarfundir, har borgarnir fáa høvi at spyrja og gera sína ávirkan galdandi, tí teir skula hóast alt búgva har, bæði í byggirokinum og aftanná - eisini kenna teir økið best.
Allir spurningar og ivamál blivu svaraði væl og virðiliga, og avrátt varð, at tá verkætlanin er komin eitt sindur longur, verður eigarafelagið kunnað og hoyrt aftur.
Nú verða svimihentleikarnir so at siga perfektir. Eisini er týdningarmikið at raðfesta aðar funktiónir inn, sum eru góðar fyri breiddina av borgarunum. Sjálv haldi eg tað er týdningarmikið at høllin verður betri fyri smærri børn, kanska við einari lítlari spæliborg, sum vit kenna tað aðra staðir frá. Eitt betra vælveruøki úti og inni eigur eisini at verða raðfest. Men skal tað verða hitapottar, heitur hylur, kaldur havvatnshylur, dampbað, gosbað... osf ?? - Møguleikarnir eru nógvir! Týdningarmikið hjá bygginevndini er, at kanna allar møguleikar, fyrimunir, vansir, útveganarkostnað, rakstarkostnað, nýtsluvirði og nýtslu. Allir tankar skula upp at venda. Hvat heldur tú? Liggur tú inni við ynski og hugskoti, hoyri eg fegin. Øll eru sera góð við svimjihøllina, men tað eru ikki øll, ið vitja hana, tíverri. - nýggja høllin verður enn betri og fara fleiri borgarar at gera gagn hav henni, eru vit eydnast.



Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...