Skip to main content

Umhvørvispolitikkur: Taka avgjaldi av einnýtisbúnaði úr plantistívilsi



Við einum pennastrokið hevði fleiri valt plast frá, tí dýrara alternativið hevði blivið minst 6,5% bíligari, enn tað er í dag. 
Nú verður nógv gjørt fyri at skifta einnýtisbúnað úr plasti út við onnur umhvørvisbetri tilfar, sum eitt nú plantistívilsi. Hettar eru gløs, bestikk, lok o.a. ið vanliga hevur verið framleitt úr plasti. PLA
verður vunnið úr plantistívilsi eitt nú maisi og kann komposterast í industrikompost.

At minka um plast er setti málsetningurin, tí eigur politiska skipanin at nýta politisku amboðini til tað, soleiðis at vit fáa minka um plastnýtsluna sum skjótast. 


Plastbúnaður er væl bíligari í dag, og tí velja nógv heldur plast. Ein skilagóður umhvørvispolitikkur er, at gera tað lættari at velja umhvørvisbetri vørur.
Tollskráin er politiska amboðið, ið stýrir forbrúkaranýtsluni við at seta toll á ávísar vørur og frítaka aðrar.

Plastbúnaður verður tollaður við 6,5% tá hann verður innfluttur. Plantistívilsi og onnur nýggj umhvørvisbetri tilfar, sum síggja út og minna nógv um plastikk verða tíverri eisini flokkaði sum plast, og fáa tí eisini álagt 6,5% í tolli. Hettar er sera óheppið og eggjar ikki til at minka um plastbúnað. Til samanberingar ber til at hyggja eftir tallerkum, sum úr plasti fáa toll, men eru teir úr træi ella pálmi, so eru teir tollfríir!  Tað vil siga, at hevði glasið verið úr pálmi ella træið, so hevði tað eisini verið tollfrítt. Umhvørvisvinarlig gløs verða nú einaferð gjørd úr plantistívilsi, sum minnir sera nógv um plast. og tíverri er høgur tollur av hesum vørum.

Við einari lítlari tekniskari broyting í tollskránni, ber til at gera ein nýggjan bólk fyri gløsum av umhvørvisbetri tilfari, sum ongan toll hevur. Heilt yvirskipað, so eiga politisku amboðini altíð at eggja til umhvørvisbetri vørur og tænastur.

Við hesari lítlu broyting, hevði umhvørvisvinarligari einnýtisbúnaður verið 6,5 % bíligari. Tá hevði verið lættari hjá øllum at velja PLA gløs framum plast.

Ein lítil broyting, sum kann gera stóran mun í okkara umhvørvi.

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...