Skip to main content

🔥🌎Vit skula brenna 50% minni! 🌱🔥

Ja, tað ber væl til um viljin er tilstaðar.

- Treytir eru:
-At tað er skjótt og stutt til endurnýtslustøðir, sum vera settar upp ymsastaðir í kommununi.  
-At handilsvinnan fær fíggjarligan fyrimun við at lata skilt rusk inn, líkasum IRF hevur gjørt í fleiri ár.
-At avtala verður gjørd við biogassverkið Førka, um at taka ímóti lívrunnum húsarhaldsburturkasti.
-At kommunan ger eina endurnýtslumóttøku við upphøggi og sølu av eitt nú byggitilfari og eykalutum til bilar o.líkn.

Í dag verður alt urtagarðstilfar tyrvt! - Eg vil, at allur urtagarðsvøkstur skal komposterast til mold, flisast, trø og greinar turkast, so borgarin kann keypa tað bíligt aftur.

Umhvørviságóðin er stórur, men eisini sosialur vinningur er, tí kommunan saman við Dugna ella líknandi stovni, skapar nógv góð og meingingsfull størv. Búskaparligi vinningur skal ikki undirmetast, tá vit leingja um livitíðina á lutum og minka innflutningin!

Kommunur aðrastaðir hava í nógv ár tikið hesa ábyrgd, nú er tað okkara tørn.


Eg brenni 100% fyri at vit brenna minni og endurnýta meir, gert tú?

Mín stóri dreymur er, at sita við umhvørvismálum og taka stóra takið, ið skal takast, fyri at dagføra brennistøðina, skiljing og endurnýtslu.

Les eisini fleiri greinar um sama evið eg havi skrivað seinastu árini.

Brenna minni
Røða til veðurlagsverkfall


Set grønt og sosialt X við Bjørg Dam


Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.

 







Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at