Skip to main content

Viðmerkingar og áheitan til teknisku nevnd um bussleiðina


Í fjør skrivaði eg sum býráðslimur, hesa áheitan til teknisku nevnd, út frá viðmerkinum eg fekk frá borgarum.
Tað fyrsta punktið er broytt eftir tilmælinum, men hini eru enn ikki. Eg fari framhaldandi at arbeiða fyri einari nógv betri bussleið.


1: -  Við at koyra hinvegin runt um Ovaru Hoyvíkina (niðan eftir Løgmannabreyt og runt klingruna norðeftir) høvdu busssteðgistøðini verði á somu síðu, sum flest allir stovnar, og tí høvdu brúkarnir sloppi undan at ganga yvirum vegin. 

Viðmerkingar: Tad er vid bivandi hjarta, at eg sendi mín son avstad vid bussinum nú, tey skulu yvirum VeginLanga við Hoyvíkar Skúla. Og eg tori ikki at hugsa um tá myrku vetrarmorgnarnar vid regni og ringum sýni 😟
-Bussurin steðgar mótsattu síðu Hoyvíkar skúla og børnini skula gang
a yvirum vegin. Nú er busssteðgistaðið flutt, soleiðis at børnini skula ganga longri.


2: Skúlarnir  á Velbastað og Kaldbak áttu at haft møguleika at tilkalla kommunala koyring í hóskandi akfari til undirvísingartímar sum ikki er á staðnum, tiltøk, túrar og annað. Alternativt er, at bussleiðin koyrir oftari!

Viðmerkingar:
- Velbastaðar skúli hevur avlýst svimjing í dag, tí bussleiðin passar so illa. Tey eru burtur í 3,5 tíma, fyri at svimja í 50 min.
- Bussarnir koyra alt ov sjálvdan og tí muga vit hava tveir bilar. 


3. Busssamband skal verða runt Hoyvíkina, Hvítanes og Millum Gilja.
-  Leið 4 koyrir bara 2 ferðir um tíman - tað er ov vánaligt!

Viðmerkingar: 

 - Hoyvíkin er pettað sundur 😳
Hví varð ikki ein ringleið - ella tvær - ikki sett/ar inn til at nøkta Glasir?
- Hoyvíkin hevur ongantíđ havt verri/løgnari bussamband í mínari tíđ. Tađ er púrasta óskiljandi, tá íbúgvarataliđ framhaldandi veksur.
Hoyvíkina hava tey eisini deilt upp. Skilji ikki hví. Man sleppur ikki frá Flat/Millu Gilja og beint yvir til skular og itróttarhøllina. Meiningin er, at man skal kunna skifta buss við vegin langa, men teir bíða ikki eftir hvørjum øðrum har (tað er tað heldur ikki pláss til), so tað er eitt sindur sum at vinna í lottarínum at sleppa undan at ganga.
Tað er júst tað sama her í Hoyvík - økini í Hoyvík eru vorðin avbyrgd hvør frá øðrum. Vit sleppa ikki at ferðast millum støð í Hoyvík. Vit sleppa bara niðan á Hvítanes ella beint oman í býin

Tað nyttar einki at byggja nakað út og so skera restina av leiðini so ógvisliga fyri at spara útbyggingina inn aftur. Tað gevur als onga meining. - Nøkur dømi um, hvussu ónýtilig leiðin er nú: Skal eg vera niðri í býnum kl. 8.30, má eg fara heimanífrá kl. 7.40. Eg taki tískil heldur ein hýruvogn. Vit sleppa heldur ikki longur í Norðurlandahúsið, í Fimi, Svimjihøll ella ítróttahøllina. Har er eingin leið. Annað dømi: Eg var og vitjaði næsting á Tjarnargarði í gjár. Fyri at sleppa heim við bussinum er nú neyðugt at ganga niðan til Miðlon. Og so kundi eg júst tað sama ganga allan vegin til hús. Nú er so sunnudagur og bussurin koyrir, men eg skal oman í Eysturskúlan, og har er eingin leið. - So eg vil taka uppaftur, at tað nyttar einki at heita á okkum um at brúka leiðina, tí vit fáa ikki brúkt hana

4. Busssamband skal verða runt Argir
.

Viðmerkingar:  Á Argjum hevur bussambandið ongantíð verið so ringt, sum tað er nú. Her er eingin bussleið, sum gevur samband frá einum enda á Argjum til hin endan. Vit sum búgva uttaliga á Argjum hava fyrst eitt rímiliga langt petti at ganga til fyrsta busstoppistað. Harfra gongur eingin leið beinleidis nidan á AB vøllin. Man má skifta bus fyri at koma nidan á Ab vøllin. Bussleiðin er beinleiðis óbrúkilig her á Argjum fyri folk, sum skulla flyta seg frá tí eina endanum til hin !

5. Kaldbaksfólk ynskja sær buss úr Havnini eftir kl. 22.00, byjunarstaður niðrið í býnum og koyra eftir vegnum langa, har nógv fleiri ørindi eru at gera enn eftir Hvítanesvegnum.


6. Busssambandi úr Vestmanna eigur at sampakka við býarbussin, soleiðis at næmingar úr Vestmanna náa at skifta buss við við tunnilsmunnan:
 

Viðmerkingar:
- Miðnám Í Vestmanna skrivaði: - Tað stutta av tí langa er, at Blái bussurin, sum fer úr Vestmanna kl. 14.15 er við Kollafjarðatunnilin kl. 14.40. Higartil er reyði bussurin úr Havn komin framvið løtu seinni, so næmingar úr Kollafirði kundu skifta til tann bussin. Men frá 1. apríl er tíðin hjá reyða bussinum flutt fram, so hann fer framvið Kollafjarðatunnlinum stutt áðrenn blái bussurin úr Vestmanna kemur hagar. Tað snýr seg um fáar minuttir

Popular posts from this blog

Bjørg'sa jólaligi valsangur!

    🎁🎶 GÓÐU VELJARAR 🧑🏽‍🎄🎅🎶  Fyri at stytta tíðina til valið, havi eg gjørt ein jólaligan valsang.     🎶 Gerið so væl, og syngið endiliga við  🎶  Leinkja til sangin:  Løgtingsvaliði hevur tað til felags við jólini, at vit ynskja okkum alt millum himmal og jørð, men vit vita eisini, at tað ber ikki til at fáa alt! Tí snýr tað seg um, at velja ein politikara, sum ikki einans lovar tað tú ynskir tær, men eisini hevur víst, at hon dugur at fáa vallyftini framd. -Tað krevur nógva orku🔥 , áhaldni og slagkraft av politikaranum, um hon skal fáa vallyftini í framd! -So góði veljari, hettar er 9'indu ferð eg stilli upp, eg havi nógva orku og víst í verki, at eg gjøgnumføri tað eg seti mær fyri! Nú er mítt stórsta ynski, at koma inn á løgting, so eg kann fáa míni hjartamál framd.    💙 Børn og vaksin við serligum tørvi 💙 Ein hurð til alla hjálp – og burtur við bíðirøðum 💚 Skjótt og klókt orkuskifti 💚 Endurnýtsla, 🇫🇴 stuttflutt 🇫🇴 og reint umhvørvi 🇫🇴 Okkara dýrabæra m

 Serflokkar til Fuglafjarðar, Eystur kommunu, Giljanes, Løgmannabreyt og Nonnuskúlan. 

Allir skúlar við fleiri enn umleið 200 næmingar eiga at hava serflokkar, men enn eru fleiri skúlar sum mangla. Nevnast kunnu Fuglafjarðarskúli   282 næmingar, Eysturkommunu 244 næmingar, Skúlin á Giljanesi 244 næmingar,  Skúlin á Løgmannabreyt 387 næmingar,  Sankta Frants 333   næmingar, Skúlin á Argjahamri 386 næmingar (eru áveg) Nevnast kann, at fleiri skúlar við færri næmingum enn 200 hava fingið serflokkar t.d. Vestmanna skúli og Sørvágsskúli, ið hava 168 næmingar hvør.  Hetta tí man hevur mett tað neyðugt, men hví so ikki geva øllum stórum skúlum serflokkar, eru børn við serligum tørvi ikki har???? Okkara kassahugsan ger, at eini 96% av okkara børnum fáa sama standard skúlatilboðið, ímeðan gott 3% fáa eitt serflokkatilboð og minni enn   1% ganga í Skúlanum á Trøðni.   Allir skúlar hava førleikastovur, har næmingar fáa eyka undirvísing, men serdidaktisku-, sernámsfrøðiligu- og orðblindnaførleikarnar eru alt ov   veikir, og skula styrkjast munandi!! Nógvir batar verða nevndir nú val

Stolt foreldur!

Sum forkvinna í ADHD felagnum og vit bæði, sum avvarandi foreldur eru sera sera errin av, at fáa høvi at leggja bil til og koyra fremst í Pridini, sum var í gjár. Vit sum foreldur hjá barni við ADHD kenna væl kensluna av, at ikki kenna seg rættan, ikki nóg góðan