Skip to main content

Betri buss: Velbastað, Kirkjubø, Kaldbak, Kaldbaksbotn, Signabø, Oyrareingir og Kollafiri!



 

Tað skal verða gjørligt at búleikast uttan bil í Tórshavnar kommunu.   

Í fjør spurdi eg á mínum facebookvanga, hvussu bussleiðin kundi betrast á teirra øki.
Fleiri skrivaðu tá, og nú eg spyrji aftur, er ikki nógvur bøtt.

Foreldur muga koyra og heinta børn alt ov ofta, tí tað er torført at fáa fáu túrarnir at passa. Eisini er skúlagongdin darvað av ringa busssambandinum. Tað tekur børnunum 3,5 tímar at fara til Havnar at svimja í 1 tíma.  Undirvísingartímar av bygdini, tiltøk og túrar kosta ov mikið í bíðitíð. Tað gongur út yvir børnini og er ikki nøktandi. Hettar fari eg at gera nakað við beinanvegin!  

Fleiri fólk úr norðaru bygdunum hava ynskt, at bussurin koyrir eftir Vegnum langa heldur enn Hvítanesvegnum, tí so nógv virksemið er eftir vegnum og niðaneftir. Hettar eigur ikki at verða nakar trupulleiki at framt beinanvegin. 

Um eg verið vald, fari eg eisini at kanna, um skúlar skula hava møguleika at tilkalla koyring í hóskandi akfari.

Í vikuskiftinum steðga bussarnir at koyra kl. 20 - tað er alt ov tíðliga. Yvirskipað eru alt og fáir túrar, og tað ger, at bilur ella bilar, um tvey vaksin eru, er treyt fyri at búleikast eitt  nú vestan fyri Reynið.

Mín grundhugsjón er, at man skal kunna búgva í kommununi uttan bil.
Tað eru ikki øll húsarhald, ið ynskja ella hava ráð til bil. Summi eru likamliga skerd, og kunnu tí ikki koyra bil.
Fyrimunirnir við einari góðari og vælbrúktari bussleið eru nógvir. - Tað er betri fyri umhvørvið, at vit koyra saman, og vit sleppa undan ferðsluproppum og parkeringsruðuleikanum.

Allir býlingar og bygdir í kommununi skula hava nøktandi bussleið, tað virki eg fyri.

Á BjørgDam.fo eru fleiri greinar um aðrar bussleiðir. Hevur tú uppskot til bata ella eitt hjartasuff, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg.

Set X við Bjørg Dam

Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...