Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2020

Eldsál í býráðið!

  Tað er tað, sum tú gert ímillum valini, ið telur, sigst! Eg elski, at arbeiða fyri hjartasakum - serliga tá tað ger mun hjá fólki og hoyrist og sæst aftur í samfelagnum! - Var stolt tá Løgmaður umrøddi ADHD í ólavsøkurøðuni. Eg eri stolt, tá eg fái messengerboð um at sjálvhjálparbólkurin, er tað besta sum er hent sær! -At síggja mítt arbeiði gera mun, gevur áræði at halda áfram ! -Í býráðnum kann eg byggja víðari á arbeiði við børnum og familjum við serligum tørvi. Eisini fari eg at gera tað sama fyri umhvørvið: risa fet á grønu leiðini, betri skiljing og endurnýtslu og hugburðbroytingar. Eg havi orku og drívmegina til at fremja úrslit skjótt, men tað krevur tín stuðul í morgin. Vel meg ella annað gott umboð á lista C. Les meir á : www.Bjørgdam.fo Bjørg Dam Valevnið Javnaðarfloksins til býráðið í Tórshavnar kommunu

35.000 m2 stórt vinnuøkið gjøgnum Havnina!

Eitt 35.000m2 stórt vinnustykkið átti at staðið liðugt á Gomlu rætt í næstum. Ístaðin slær veruleikin okkum á kjaftin nú 30.000 tungt lessaðir lastbilar bókstaviligt fara at koyra vinnustykkið forbí Havnina áveg til Runavíkar. Tú skalt minnast til, at Tórshavnar kommuna var í realitetssamráðingum við Tunnilsfelagið um, at grótið skuldi brúkast til eitt 35.000 m2 stórt vinnuøkið, sum skuldi liggja í framhaldi av Gomlurætt norðeftir. Tað vórðu bert 1,5 mil. ímillum Tunnilsfelagið og Tórshavnar kommunu, tá Tórshavnar kommuna bakkaði út. Við hesum, mistu vit eitt stórt og nógv eftirspurt vinnuøkið, umframt allan skaðan, uppfyllingin í Velbastað hevur gjørt og nú, lastbilarnir fara at elva. Ístaðin flyta vinnur úr Havnini, tí eingi nýgg vinnustykkir eru gjørd! Ein stór fyritøka, sum eg havi samband við leitaði í kommununi í nógv ár, nú hevur hon fingið gott vinnustykkið á Sandoynni. Hettar ber ikki til! - Kanst tú ikki veita vinnuni karmar og góðar treytir at virka undir, so flytir hon. Und

Løtan er her og nú, Jørgen!

  Mánadagin fara børn við avbjóðingum at standa uttan námsfrøðiligar stuðlar í skúlunum, tí Pedagogfelagið rættir eina bróðurhond til systirfelagið. - Børnini í serflokkum og børn við stuðlum, eru ein útsettur bólkur, sum tolir illa broytingar í gerandisdegnum. -Vit skula tí ikki koma hartil mánadagin.   Løtan er her og nú, at javnseta løn, útbúgving og kyn.  

Argir: vegabreiðkan, minnisvarði, AR, ellisheim v.m

Heildarætlan skal gerast fyri breiðkanina av Argjavegnum úti við Støðna. Minnisvarðin má í tí sambandinum flytast. Hevði tað verið eitt uppskot, at gjørt eina minnislund nakrar fáar metur longri uppi, har gamli kirkjugarðurin hjá spedalskhospilatinum lá? - so kundi man reist eitt minnistekin fyri ta næstan gloymdu tíðina. 
- Eg haldi tað er synd, at søgan fer. Heldur skal hugnin, gomlu neystini og minnisvarðin varðveitast sum mest. Men vegurin og Støðnin skal sjálvandi dagførast og gerast meira dragandi fyri tey, sum dáma væl at sigla, fiska, svimja, fanga krabbar o.líkn. Tað er spell, at eingin fjørða er eftir, har vit fyrr kundu vassa, fanga krabbar og lyfta ein stein, bara fyri at hyggja, hvat lá undir. Vit fiska við hvørt við soninum úti við oljutangan við tráðu. Havi ofta hugsa, at tað hevði verið stutligari hjá størri børnum og vaksnum at fingið eitt ordligt seiðaberg, um man gjørdi ein lítlan pier sunnanfyri grótkastið.   Eitt annað er, at dekk leggjast á smala vegastykkið millu

Ókeypis sálarhjálp til øll børn yngri enn 15 ár eisini.

Í heyst samtykti eitt einmælt løgting at veita ókeypis sálarfrøði til øll millum 15 og 35 ár, sum hava angist og tunglyndi.  Tað tykist løgið, at bjóða 20 árgangum hetta tilboð, men so ikki taka yngru børnini við. Tí ofta byrja avbjóðingarnar nógv fyrr.  Eg gangi nógv meira inn fyri, at vit arbeiða fyribyrgjandi og seta inn tíðliga. Alt bendir á, at tíðliga innsatsur gevur bestu úrslit. Tí fari eg at arbeiða fyri, at kommunan tekur um endan og bjóðar ókeypis sálarhjálp til yngru børnini eisini.    Bjørg Dam  Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu  

Øll børnini gingu ikki gleðisgongu niðan á Fløtir.

Næstan øll børnini í Skúlanum á Fløtum gingu gleðisgongu niðan í nýggja flotta skúlan. - Tey, sum ikki vóru við í gleðisgonguni eru serskúlabørnini, sum dagliga ganga í Gula Skúla. Hesi fara ístaðin at ganga gleðisgongu úr Gula Skúla og út í gamla Argjaskúla, har tey í næstum fáa fantastiskar læru- og menningarumstøður við svimjihyli, fimleikahøll, fótbóltsbana, náttúruperluni Sandágerð o.a.beint við. Hettar er avgjørt og stórt rós til býráðið fyri tað. Við hesum hevur Tórshavnar kommuna fingið ein sera góðan virðiligan serskúla á Argjum, sum ger eitt megnar arbeiði fyri børn, sum tørva sernámsfrøði og karmar uttanfyri fólkaskúlan MEN, tá tað so er sagt, so byrjar arbeiði nú at fáa serflokkar inn í Skúlan á Fløtum og allar hinar stóru skúlarnar í kommununi. Serflokkar eru fíggjaðir av landinum, men tað eru kommunurnar, ið skula útvega skúlastovurnar. - Hví skula børn í Tórshavnar kommunu ikki fáa sama tilboð sum børn kring alt landið fáa?? Býráðið hevur sovið í tímanum, og tí lat skúli