Skip to main content

Løtan er her og nú, Jørgen!

 

Mánadagin fara børn við avbjóðingum at standa uttan námsfrøðiligar stuðlar í skúlunum, tí Pedagogfelagið rættir eina bróðurhond til systirfelagið.

- Børnini í serflokkum og børn við stuðlum, eru ein útsettur bólkur, sum tolir illa broytingar í gerandisdegnum.
-Vit skula tí ikki koma hartil mánadagin.
 
Løtan er her og nú, at javnseta løn, útbúgving og kyn.
 

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Nýggjar tíðir

  Fyri allar borgarar, náttúruna og framtíðina. Eg stilli upp fyri kommunulistan tí loysnin til størstu avbjóðingarnar í høvuðsstaðarkommununi er ein nýggj, partapolitiskt óheft og framskygd leiðsla, ið setir neyðugar skipanir í verk og byggir brýr til allar partar í kommununi. Stórar avbjóðingar eru í mun til minkandi barnatal, sosialan ójavna og umhvørvi. Ein nýskapandi leiðsla, við Kommunulistanum á odda setir neyðugu skipanirar ígongd og byggir brýr við allar partar. Minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, og tí kunnu vit eisini venda gongdini beinanvegin, um vit gera skjótt og rætt av. Í okkara kommunu seta ungu familjurnar seg í ovurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Tí skula vit lætta um fíggjarliga, eitt nú við at hækka barnafrádráttin og brúka heimildirnar kommunan hevur fingið seinastu árini til at verða við til at byggja lestraríbúðir, eldraíbúðir og lutaíbúðir. Kommunan he...

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at