Skip to main content

Argir: vegabreiðkan, minnisvarði, AR, ellisheim v.m



Heildarætlan skal gerast fyri breiðkanina av Argjavegnum úti við Støðna.
Minnisvarðin má í tí sambandinum flytast.

Hevði tað verið eitt uppskot, at gjørt eina minnislund nakrar fáar metur longri uppi, har gamli kirkjugarðurin hjá spedalskhospilatinum lá? - so kundi man reist eitt minnistekin fyri ta næstan gloymdu tíðina.

- Eg haldi tað er synd, at søgan fer. Heldur skal hugnin, gomlu neystini og minnisvarðin varðveitast sum mest. Men vegurin og Støðnin skal sjálvandi dagførast og gerast meira dragandi fyri tey, sum dáma væl at sigla, fiska, svimja, fanga krabbar o.líkn.
Tað er spell, at eingin fjørða er eftir, har vit fyrr kundu vassa, fanga krabbar og lyfta ein stein, bara fyri at hyggja, hvat lá undir.
Vit fiska við hvørt við soninum úti við oljutangan við tráðu. Havi ofta hugsa, at tað hevði verið stutligari hjá størri børnum og vaksnum at fingið eitt ordligt seiðaberg, um man gjørdi ein lítlan pier sunnanfyri grótkastið.  

Eitt annað er, at dekk leggjast á smala vegastykkið millum gamla handilin har PE var og reyða húsið hjá Mettu.
Tað er tá upplagt, at ístaðin fyri at fylla upp við gróti, at vit arbeiða við, at tað heldur skal verða opið undir, so man t.d. kan mála bátar í terra undir dekkinum.  

Til valið tosa øll um, at nú eiga ávís øki tørn.
Tað er eingin ivi í mínari verð, at Argir stendur ovast. Eg vaks upp har úti fyri meir enn 30 árum síðani og tá var einki trivnaðarøkið ella spælipláss frá skúlagarðinum og úteftir. Og enn er einki komið.
 
Eg sat í býráðnum tá avgerðin at flyta valstaðið niðan á Skúlan á Hamarinum varð tikin. Sjálv atkvøddi eg ímóti.
-Eg vísti á, at heldur átti kommunan at bøtt um atkomuna hjá illa gongdum og koyrustólum til Róðraneystið og gjørt parkeringsviðurskiftini í ordan, ístaðin fyri at flyta!
- skilji at nógv eru glað fyri at velja uppi í skúlanum.
Men mítt poeng var, at man velur 2 ferðir uppá 4 ár, men illa gongd og koyristólar brúka Róðrarfelagið nærum hvørja viku. 
Tað hevði ikki gjørt nakað, um kommunan brúkti nøkur oyru úti á Argjum eisini!

Á Karlamagnusarbreyt hevur kommunan júst keypt tvey grundstykkir aftur at gera parkeringsøki á, uttan at blunka. Haldi eisini at kommunan kundi keypt lítla stykkið uttan fyri AR, til at gjørt góða atkomu og parkeringsviðurskiftini í lagið.

Í fleiri øðrum býarpørtum og bygdum eru býlings- ella bygdarhús, sum kommunan eigur, viðlíkaheldur og ger atkomur til.

Tað er so nógv, sum skal gerast á Argjum og eg fái ikki komið inná alt - Tað seinasta eg vil nevna er, at tað er fantastiskt at vaksa upp á Argjum. Men kanska enn betri í hinum endanum, at blíva gamal.
-Tí eg kann ikki hugsa um betri staðseting til eldraíbúðir og ellisheim, har øll hava úsýni út á vágna og Havnina, og ikki minst síggja sólarris og vøkru reyðu glæmuna norðaneftir, tá sólin setur.

Bjørg Dam
Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...