Skip to main content

Eldsál í býráðið!


 

Tað er tað, sum tú gert ímillum valini, ið telur, sigst!

Eg elski, at arbeiða fyri hjartasakum - serliga tá tað ger mun hjá fólki og hoyrist og sæst aftur í samfelagnum!
- Var stolt tá Løgmaður umrøddi ADHD í ólavsøkurøðuni. Eg eri stolt, tá eg fái messengerboð um at sjálvhjálparbólkurin, er tað besta sum er hent sær!

-At síggja mítt arbeiði gera mun, gevur áræði at halda áfram !

-Í býráðnum kann eg byggja víðari á arbeiði við børnum og familjum við serligum tørvi.

Eisini fari eg at gera tað sama fyri umhvørvið: risa fet á grønu leiðini, betri skiljing og endurnýtslu og hugburðbroytingar.

Eg havi orku og drívmegina til at fremja úrslit skjótt, men tað krevur tín stuðul í morgin.

Vel meg ella annað gott umboð á lista C.

Les meir á : www.Bjørgdam.fo

Bjørg Dam
Valevnið Javnaðarfloksins til býráðið í Tórshavnar kommunu

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til