Skip to main content

 Betri kor til smáar og nýggjar fyritøkur


 

avnaðarflokkurin vil lækka partafelagsskattin, so at smáar fyritøkur rinda nakað minni enn stórar. Tað kundi verið 10% av vinningi upp til 1-2 mio!

Tí eitt fjølbroytt vinnulív tryggjar eitt fjølbroytt samfelag. Men við verandi vinnupolitikki gerast nakrar fáar fyritøkur so sterkar, at tær kunnu keypa annað vinnulív upp.

Smáu fyritøkurnar skula kunna tekna eina sjúkratrygging, soleiðis at fyritøkan við t.d. stjóra og nøkrum fáum starvsfólkum ikki hóknar undan, um ein av starvsfólkunum gerst langtíðar sjúkur!

Einstaklingafyritøkur hava haft hendan møguleikan í nógv ár.

Vit hava so nógv góð kreativ handalig fólk við genialum hugskotum, dirvi og virkisfýsni, sum vilja framleiða stuttflutt og burðardygt kjøt og grønmeti, føroyskt snið, størri loysnir til fiskiflotan og framleiðslu, nýggjar kt-loysnir við alheimspotentiali og kanska liggur onkur føroyingur inni við enn einari slóbrótanti orkusparandi loysn. Eisini eru nógvar vinnur sprotnar úr ferðavinnuni, og eru tær ein týðandi liður, sum ger Føroyar til at eitt spennandi ferðamannaland!

Vit hava fólkini, men tað krevur at íverksetaraáhugin ikki verður kvaldur men heldur stimbraður, og tí skal smidleiki verða reyði tráðurin.

Almenna skipanin skal kennast sum ein viðspælari – ikki ein mótspælari.

Bjørg Dam

Sjálvstøðug vinnurekandi og uppstillað fyri Javnaðarflokkin.

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...