Skip to main content

 Serflokkar til Fuglafjarðar, Eystur kommunu, Giljanes, Løgmannabreyt og Nonnuskúlan. 


Allir skúlar við fleiri enn umleið 200 næmingar eiga at hava serflokkar, men enn eru fleiri skúlar sum mangla. Nevnast kunnu Fuglafjarðarskúli 282 næmingar, Eysturkommunu 244 næmingar, Skúlin á Giljanesi 244 næmingar,  Skúlin á Løgmannabreyt 387 næmingar,  Sankta Frants 333 næmingar, Skúlin á Argjahamri 386 næmingar (eru áveg)


Nevnast kann, at fleiri skúlar við færri næmingum enn 200 hava fingið serflokkar t.d. Vestmanna skúli og Sørvágsskúli, ið hava 168 næmingar hvør. Hetta tí man hevur mett tað neyðugt, men hví so ikki geva øllum stórum skúlum serflokkar, eru børn við serligum tørvi ikki har????


Okkara kassahugsan ger, at eini 96% av okkara børnum fáa sama standard skúlatilboðið, ímeðan gott 3% fáa eitt serflokkatilboð og minni enn 1% ganga í Skúlanum á Trøðni. 

Allir skúlar hava førleikastovur, har næmingar fáa eyka undirvísing, men serdidaktisku-, sernámsfrøðiligu- og orðblindnaførleikarnar eru alt ov veikir, og skula styrkjast munandi!!


Nógvir batar verða nevndir nú valið er, eitt nú minka floksstøddina niður á 18, styrkja flokslæraran og skipa teir-læraraskipan í innskúlingini, burtur við pisa kanningunum og hava skúlasálarfrøðingar. Øll hesi tiltøkini eri eg samd í. 


Men vit mugu sanna, at nøkur børn trívast ikki í stórum flokkum, og at vit hava so sera góð úrslit at vísa á við serflokkaskipanini. Tí eiga sjálvandi øll børn í Føroyum, sum tørva á hesum góða tilboðnum eiga at fáa møguleikan. 

Serflokkar er eitt av aðalmálum mínum. 


Hagtøl frá undirvising.fo : 7113 børn ganga í skúla í Føroyum. Harav 6666 í fólkaskílanum, 230 í serflokkum, 59 í Skúlanum á Trøðni og 158 í frískúlunum. 


Bjørg Dam

Forkvinna í ADHD felagnum, næstforkvinna í Trivnaðarnevndini í Tórshavnar Býráð og valevnið Javnaðarfloksins.

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...