Skip to main content

Posts

Lesið við oyrunum

Ljóðbókin hevur vunnið hevd og marknaðurin hevur verið vaksandi uttanlands í fleiri ár. Føroyska ljóðbókin hevur tað ikki gott, tíverri. Eitt álit er júst gjørt, so vón er fyri framan, men tað krevur politiska raðfesting. Hví eru ljóðbøkur góðar fyri børn og ung? Børn elska at hoyra søgur, og alra best er, um ein vaksin lesir upp fyri teimum, tá kann tann vaksni útdýpa og greiða frá orðum og hendingum børnini ikki skilja. Ljóðbøkur hava tann fyrimun, at barnið fær søgu, hóast tey vaksnu ikki hava tíð, og so ofta tað ynskir. Hvørja ferð barnið hoyrir søguna, fær tað størri innlit í, hvat søgan snýr seg um, og tey ókendu orðini byrja at geva meining og hendingarnar gerast týðuligari. Á hendan hátt, fær barnið eitt nógv størri orðfeingi á føroyskum og fær innlit í ymisk evni, onnur menniskju, størri vitan og áhuga og innlit í bókmentir, sum tað annars ikki hevði fingið. Við størri orðfeingi og breiðari almennari vitan verður lesiførleikin eisini mentur. Walkmaðurin er farin tíð! Í ...

frá 36 til 52 í einum

Síðani 2002 hava danir haft 52 vikur barsilsfarloyvi. Vit hava enn bert 36 vikur + 4 vikur áðrenn barsil, og má hettar koma uppá sama støði sum grannalondini, sum skjótast.  Hendan greinin vísir hvussu gongdin hevur verið í Danmark síðan fyrst í 1900 tá kvinnurnar sluppu at verða heima í 4 vikur við nýfødda barninum. Í 90'inum varð barsilsfarloyvið komin upp á 26 vikur, og gjørdi so eitt stórt lop, í einum, upp í 52 vikur í 2002.   Tí er einki til hindurs fyri, at leingja okkara barsilsfarloyvið úr 38 vikum upp í 52 vikur beinanvegin, í einum!  http://forside.kvinfo.dk/…/barsel-o…/barselorlovens-historie

Barsilsskipanin straffar tøtt børn.

  Tosaði við eina mammu í gjár, sum nýtir sín rætt, at hava barnið heima í eitt ár, hóast hon bert fær útgjald í 36 vikur frá Barsilsskipanini.  Hon kemur tí onga inntøku at hava í uml. 3 mánaðar. Maðurin og hon ynskja at fáa nr. 2 barn skjótt.  Trupulleikin er, at um hon eigur eitt barn áðrenn august næsta ár tvs. áðrenn hon hevur rindað inn til barsil í fullar 12 mánaðar, so kemur hennara barsilsútgjald at verða lægri við øðrum barninum.  Tí barsil verður útroknað eftir miðal inntøku seinastu 12 mánaðarnar - Tað er sera vanligt at eiga tvey tøtt børn, og ein kann spyrja, um hettar er rímiligt, at hava rætt til 12 mdr. barsil og allíkavæl skula missa pengar bæði við tí fyrsta og tí næsta barninum? Vit sum samfelag eru treytaði av høgum burðartalið, men skipanin, sum er til fyri at búskaparliga tryggja familjurnar við barnsburð virkar ikki nóg væl í summum førum. Tað er mítt ynski, at foreldur skula sleppa at verða heima hjá barninum til tað er eitt ár, og at barsils...

Bjørg Dam stillar upp

Bjørg Dam stillar upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin. Eg bjóði meg fram til komandi løgtingsval, m.a. tí eg kann betra um lívið sum familja í Føroyum, sigur 39 ára gamla Bjørg úr Havn. Bjørg er ættað av Argjum, er gift og mamma at trimum børnum 0, 7 og 8 ár. Hon hevur lisið til eksportteknikara á Niels Brock, hevur m.a. verið handilsleiðari og sjálvstøðug vinnurekandi. Eftir fýra árum í TUTL fór hon at lesa føroyskt á Setrinum, hagani hon er í barsilfarloyvi í løtuni. Eg meti, at ein góður familjupolitikkur og vinnupolitikkur er loysnin úr nógvu avbjóðingunum føroyskar familjur og samfelagið stríðast við. At leingja barsil og geva foreldrum betri møguleika at verða um børnini tá tey eru lítil, er ein treyt fyri framburð og vøkstur í Føroyum og loysnin uppá tilflyting, støðugt barnatal, trivnað og menning hjá børnunum. Familjan skal sjálv óbeinleiðis verða við til at fíggja betraðu familjutreytirnar við at tillaga nýtsluvanarnar. Føroysk framleiðsla ...

Útbúgving til mammurnar

Tað er PRÓGVAÐ at tann besta HJÁLPIN fyri at hjálpa børnum ÚR fátakadøminum, er at ÚTBÚGVA mammurnar. Tí skula tær hava MØGULEIKA at nema sær útbúgving! Vit skula veita teimum kollegieíbúðir og hóskandi útbúgvingarstuðul. Við hesari lutfalsliga lítlu íløgu, geva vit børnunum tær bestu FRAMTÍÐARVÁNIRNAR. Felagskapir veita hjálp til sperd, tað er ordiliga gott! Best hevði verið, um samfelagið hjálpti á MUNABESTA hátt, sum er, at geva mammunum útbúgving!

Brot úr røðuni á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum leygardagin 18.apríl 2015

Familjupolitikk á dagsskránna! Tað er sera gleðiligt at hoyra í formansrøðuni, at barnafamiljur skulu fáa eina kærkomna hjálpandi hond longu næsta ár, tá Javnaðarflokkurin vil lækka barnaansingargjaldið niður í eina helvt. Familjupolitikkur er sum heild, alt ov óskipaður og niðurprioriteraður. Vit hava fiskivinnupolitikk, mentanarpolitikk, fíggjarpolitikk og heilsupolitikk, men ongan yvirskipaðan familjupolitikk. Eg haldi, at familjupolitikkur skal á dagsskránna komandi valskeið. Føroyska familjan er ein tætt knýtt siðbundin eind, sum veitir peningaligan stuðul, innivist, ráðgeving, eldra- og barnaansing, mat, lutir og alskyns aðra hjálp til sínar familjulimir. Hettar er gomul skipan, sum ættarlig hava uppbygt fyri at tryggja ættina. Eldri hjálpa yngri, yngri hjálpa eldri. Børnini hava verið saman við teimum vaksnu, og hava tikið eina hond í eftir førimuni. Í dag, líta enn nógvar familjur á hesa skipan fyri at yvirliva, ella hava eitt nøktandi lív, samanborið við aðrar familjur...

Føroyskt mál: Walkmaður ynskist!

Tíverri Walkmenn eru antik og CD'menn eisini. Hettar er veruleikin og ger tað nærum ógjørligt hjá børnum at hoyra Mánalýsið, Tsatsiki, Harry Potter ella annað á føroyskum, sum støðan er í dag. Tíverri. Ljóðbøkurnar kunna keypast ella lænast á bókasavninum á bondum ella fløgum. Tað er gott, at tær kunna lænast, men bond og fløgur, sum miðil er oldað, og hetta ger, at børn í dag í roynd og veru ikki hava møguleika at hoyra føroyskar ljóðbøkur á teimum tólum tey eiga og  nýta í dag. Sum limur í Býarbókasavninum ber til at taka danskar ljóðbøkur og filmar niður á teldil, snildfon ella teldu ígjøgnum donsku bókasøvnini. Hettar er sera gott! Men sum er, er einki føroyskt tilfar tøkt at taka niður. Nei, føroyska tilfarið skal lænast á fløgum ella bondum, og verður tí enn meir afturúrsiglt og frávalt.  Tí skal føroysk tilfar raðfestast og gerast tøkt har børnini eru og á tólum tey eiga. Foreldur í Føroyum og kanska serliga útisetar, royna at fáa fatur á føroyskum tilfari, soleiði...