Skip to main content

Posts

Hvønn skalt tú velja?

Tað er torført at velja sítt umboð í býráðið.  Vit í Javnaðarflokkinum halda áfram við góðu kósini til 2020, og eru trygga valið. Við mær, fær býráðið eina nýggja sterka kvinnu, sum arbeiðir fyri børninum, eldra- og lestraríbúðum, føroyska tilfeinginum, umhvørvinum - og bussi hvønn dag! Tað krevur góðar herðar at bera góðar tíðir - tí bjóði eg meg fram sum títt umboð. Kontaktin til sín býráðslim er týdningarmikil, mín hurð, telefon og teldupostur eru altíð opin. Vh. Bjørg Dam. tlf. 211428. bjorgdam@gmail.com

Myndir og innsløg frá pallborðsfundinum um endurnýtslu og tilfeingi:

Fitt av fólki varð komið saman at varpa ljós á endurnýtslu og tilfeingi í skúlanum við Løgmannabreyt Sunnudagin 30.okt. 2016 varð pallborðsfundur. Evnið var: endurnýtsla, ístaðin fyri at brenna, hvussu leingja vit liviringrásina av okkara tilfeingi. Hettar er ein grein við vælkomutaluni og svørunum uppá tveir settar purningar panelið, ið varð mannað av øllum flokkum, fekk undan funin. Umhvørvistiltakið, sum var í skúlanum við Løgmannabreyt, meti eg, varð sera væl eydnað. Familja, vinir og fólk innan renovatión, umhvørvisáhugaði ellars og fleiri valevni møttu. Vælhugsandi er, at tann, ið kemur at manna umhvørvisnevndarsessin í býráðnum varð til staðar hendan sunnueftirmiddag, og hevur fingið væl í viðføri við kunning, ráðum, ynskjum og upplýsing m.a. frá Aslaug Gisladóttir, um ringbúskap og Martini á Fløghamri, um umhvørvisarbeiði. Mín vón er, at hetta tiltakið er við til eina nýggja umhvørvis- og endurnýtslukós fyri kommununa. Tiltakið byrjaði kl 4 við at fyriskiparin b...

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

Barnamál: ein purple húgva!

Hví sigur ein 1 ára gamal "ein purple húgva?" Appir á teldlum eru sera hent og góð amboð at læra smábørnum um litir, mál, formar, ljóð og annað.  Trupulleikin er, at nærum alt tilfarið er á øðrum máli enn føroyskum. Tí læra okkara børn litir, formar, djór og annað fyrst á øðrum máli, enn móðurmálinum, tá tey sita við teldli og spæla.

Har fór bussurin....

Higartil í dag, 26.okt. nú klokkan er 16.00, hava gott 4500 fólk koyrt í okkara bussum. Saman koyra vit grønari, tí er tað sera gleðiligt, at fleiri og fleiri taka bussin. MEN eg stúri. Tí fleiri av hinum flokkunum leypa nú í valstríðinum á okkara bussleið. - Ístaðin fyri at útbyggja okkara bussleið, vilja teir niðurlaga hana. - Hettar eru fólk, sum ikki sjálvi koyra buss. Tí duga tey ikki at síggja stóra virði og tørvin á einari bussleið. Vælsignaðu menn og kvinnur, komið heldur við í bussin. Latið bilin standa og kom við... Tess fleiri vit eru sum koyra, tess betri grundarlag fyri einari betri bussleið. - Mítt mál er ein betri og grønari bussleið tí fari eg at verja hana alt eg eri ment. Hon skal koyra so bilurin kann standa, tí saman koyra vit grønari. Kom við til 2020 Bjørg Dam Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu. Les meir á  bjorgdam.blogspot.com

STÓRUR PALLBORÐSFUNDUR: Brúka og endurnýta heldur enn at brenna.

Stórur pallborðsfundur um endurnýtslu og føroyska tilfeingi verður í Skúlanum við Løgmannabreyt sunnudagin 30.okt. kl. 16. Spurningurin er: Ístaðin fyri at brenna ella tyrva virðismikið tilfeingi, hvussu kunnu vit í Tórshavnar kommunu endurnýta meir og á tann hátt, leingja livitíðina av okkara virðismikla tilfeingi? Lagt er upp til undirhald, framløgur og heitt gevandi kjak millum valevnini, sum skal lýsa kommunalar møguleikar og loysnir. Hvør í sær, skula valevnini sannføra fundarfólkið um, hvagar umhvørvisatkvøðan er best givin. Aslaug Gisladóttir Umhvørvisleiðari á IRF heldur framløga um Ringbúskap  (cirkulær økonomi), sum er ein háttur at nýhugsa nýtslu og framleiðslu á ein umhvørvisligan og handilsliga burðardyggan hátt, og er eitt móttrák móti ráðandi ”nýt og koyr burtur” mentalitetinum.  Umboð frá Føroya Náttúru og umhvørvisfelag Martin á Fløghamri hevur eitt innlegg. Umframt tónleik frá Jens Marna verður framsýning av lutum og vørum, ið vanliga ella ofta ver...

500 nýggir bústaðir í 2020

Uppgávan hjá kommununi tá tað kemur til bústaðir er m.a., at útvega jørð til privat fólk og fyritøkur at byggja á og skipa byggisamtyktirnar. Sitandi býráð, hevur leingi arbeitt við at bøta um bústaðarmøguleikarnar í kommununi, og hetta sæst aftur í øllum verkætlanunum, ið eru í gongd. Í 2020 verða tað sostatt yvir 500 nýggir bústaðir í Tórshavnar kommuni. Eg haldi, vit skula raðfesta eldra- og lestrarbústaðir hægst, tí ungdómurin tímir ikki at búgva heima hjá mammu og babba, og tí velja summi at flyta av landinum. Ein háttur er, at tey ungu fáa møguleika at leiga lestraríbúðir, tá verða tey eggjaði at fara í læru ella í skúla. Okkara eldru borgarar skula hava eitt serligt felagsbústaðarøki, har tey hava atgongd til størri felagshøli, felags køk og matgerð og neyðuga hjáp, um tørvur er á tí. Bústaðirnir skula verða hóskandi í stødd, prís og við atliti til viðlíkahaldskravi. Við hesum verða fleiri størri hús tøk á marknaðinum, til tær stóru familjurnar at flyta inn í....