Skip to main content

Posts

Parkeringsansarnir SKULA fáa arbeiðsfrið!

“Ansarnir verða hóttir av óhøviskum persónum og hava tí tørv á í fleiri førum at ganga tveir í fylgi”, varð ein av grundgevingunum til, at býráðið í gjár samtykti at seta ein 4. parkeringansara. Hettar er langt úti, at fólk eru so óuppdrigin, frek og óhøvisk at parkeringsansarnir ikki kunna gera sítt arbeiði. Eg atkvøddi blankt, tí eg haldi, at her eiga vit at sláa fast við 12 tummar seymi, at slíkar hóttanir góðtaka vit ikki. Okkar a starvsfólk SKULA fáa arbeiðsfrið, og tí átti ein almenn fráboðan komið, at hendir hettar aftur, so verða hesir óuppdrigni persónarnir meldaðir til løgregluna. Nógvir starvsfólkabólkar hjá kommununi eru í útsettum størvum, og tí er tað sera týdningarmikið, at vit klárt og týðiliga lata øll vita, at kommunaltsett, og fyri tann saks skyld, øll onnur, skula verða vird og fáa arbeiðsfrið, annars verða hesir hóttarar meldaðir. Ein sømilig dómur hevði verið 100 tímars samfelagstænasta ….kanska sera hóskandi - sum parkeringsansari! - Skemt til síði...

Eg vil skunda undir grønu leiðina

Á býráðsfundinum hóskvøldið tók eg formliga sæti í Tórshavnar Býráð og nevndarsessirnir, sum vit í Javnaðarflokkinum kristiliga hava býtt millum okkum, vórðu eisini formliga valdir. Í telvingini um nevndarsessir fekk eg fleiri sessir, enn eg hevði vónað. Teir eru: náttúru- & umhvørvi, byggi- og bý, vinnunevnd, økisnevnd, Hest/Koltursnevnd, fyrireiking til langhyl og bygginevnd fyri tyrvingarpláss. Tað var mítt dreymaynski at fáa náttúru- og umhvørvismál og vinnumál. Hesi málsøki fyltu nógv í hjartamálunum og slagorðunum til býráðsvalið “Grønari, tryggari og ríkari kommuna í 2020”.  Væl vitandi, at náttúru- og umhvørvisnevndin søguliga ikki hevur verið tann mætasta nevndin býráðslimir hava trákkast eftir, tí umhvørvismál søguliga hava fingið lága raðfesting, og fáir pengar eru at umsita. Helst tí at umhvørvismál er eitt av teimum nýggjaru málsøkinum og tilvitið ikki stórt. Men eitt er vist, og tað er, at málsøkið veksur alsamt við, at vitanin um dálking og umhv...

Umhvørvispolitikkur: Umhvørvisbetri búnaður minst 6,5% bíligari

Nú verður nógv gjørt fyri at skifta einnýtisbúnað úr plasti út við onnur umhvørvisbetri tilfar, sum eitt nú plantistívilsi. Hettar er sera gott, tí vit skula minka plastnýtsluna sum skjótast! Plastbúnaður er væl bíligari í dag, og tí velja nógv heldur plast. Ein skilagóður umhvørvispolitikkur er, at gera tað lættari at velja umhvørvisbetri vørur. Tollskráin er politiska amboðið, ið stýrir forbrúkaranýtsluni við at seta toll á ávísar vørur og frítaka aðrar. Plastbúnaður verður tollaður við 6,5% tá hann verður innfluttur. Plantistívilsi og onnur nýggj umhvørvisbetri tilfar, sum síggja út og minna nógv um plastikk verða tíverri eisini flokkaði sum plast, og fáa tí eisini álagt 6,5% í tolli. Hettar er sera óheppið og eggjar ikki til at minka um plastbúnað. Til samanberingar ber til at hyggja eftir tallerkum, sum úr plasti fáa toll, men eru teir úr træi ella pálmi, so eru teir tollfríir!  Tað vil siga, at hevði glasið verið úr pálmi ella træið, so hevði tað ei...

Hvønn skalt tú velja?

Tað er torført at velja sítt umboð í býráðið.  Vit í Javnaðarflokkinum halda áfram við góðu kósini til 2020, og eru trygga valið. Við mær, fær býráðið eina nýggja sterka kvinnu, sum arbeiðir fyri børninum, eldra- og lestraríbúðum, føroyska tilfeinginum, umhvørvinum - og bussi hvønn dag! Tað krevur góðar herðar at bera góðar tíðir - tí bjóði eg meg fram sum títt umboð. Kontaktin til sín býráðslim er týdningarmikil, mín hurð, telefon og teldupostur eru altíð opin. Vh. Bjørg Dam. tlf. 211428. bjorgdam@gmail.com

Myndir og innsløg frá pallborðsfundinum um endurnýtslu og tilfeingi:

Fitt av fólki varð komið saman at varpa ljós á endurnýtslu og tilfeingi í skúlanum við Løgmannabreyt Sunnudagin 30.okt. 2016 varð pallborðsfundur. Evnið var: endurnýtsla, ístaðin fyri at brenna, hvussu leingja vit liviringrásina av okkara tilfeingi. Hettar er ein grein við vælkomutaluni og svørunum uppá tveir settar purningar panelið, ið varð mannað av øllum flokkum, fekk undan funin. Umhvørvistiltakið, sum var í skúlanum við Løgmannabreyt, meti eg, varð sera væl eydnað. Familja, vinir og fólk innan renovatión, umhvørvisáhugaði ellars og fleiri valevni møttu. Vælhugsandi er, at tann, ið kemur at manna umhvørvisnevndarsessin í býráðnum varð til staðar hendan sunnueftirmiddag, og hevur fingið væl í viðføri við kunning, ráðum, ynskjum og upplýsing m.a. frá Aslaug Gisladóttir, um ringbúskap og Martini á Fløghamri, um umhvørvisarbeiði. Mín vón er, at hetta tiltakið er við til eina nýggja umhvørvis- og endurnýtslukós fyri kommununa. Tiltakið byrjaði kl 4 við at fyriskiparin b...

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

Barnamál: ein purple húgva!

Hví sigur ein 1 ára gamal "ein purple húgva?" Appir á teldlum eru sera hent og góð amboð at læra smábørnum um litir, mál, formar, ljóð og annað.  Trupulleikin er, at nærum alt tilfarið er á øðrum máli enn føroyskum. Tí læra okkara børn litir, formar, djór og annað fyrst á øðrum máli, enn móðurmálinum, tá tey sita við teldli og spæla.