Eingir av hinum stóru flokkunum hava barsil í teirra valskrá, sum sæst á teirra heimasíðum. Eg síggi tó, summi valevni hava 1 ára barsil uppi á tungu, men neyvan er undirtøka í flokkinum fyri tí.
Tí er ein atkvøða fyri Javnaðarflokkinum tryggast, um tú vilt hava barsilsfarloyvið í 1 ár.
Í valskránni okkara stendur greitt, at barsilsgjaldið skal upp í 52 vikur, og at eftirlønargjald skal omaná, tvs. at útgjaldið verður hækkað við 15 % komandi árini.
At leingja barsil, er mítt hjartabarn, og tað fylgi eg á mál.
Set x við Javnaðarflokkin
Bjørg Dam
fleiri greinar á : http://bjorgdam.blogspot.com