Skip to main content

POLITIKO: Framløga um list og mentan í Reinsaríinum 22.8.2015


Gott kvøld kæru áhoyrarar, valevnið og stigtakarar.

Í einari kanning um málmenning hjá smábørnum í Føroyum, fingu børnini eina mynd av einum pengvini og eina mynd av einum lunda. Næstan øll kendu pengvinin, men bert nøkur fá kendu lundan.

Eg fari at lata hattar standa hangandi eina løtu. …!  

Í heildarætlanini fyri fólkaflyting og fólkavøkstur, stendur leystliga, at okkara samfelag hevur ikki siðvenju fyri at raðfesta mentan og list.
 
Er hettar nú eisini rætt, tí vit duga øll væl at syngja, vit halda sera fast í okkara matmentan og rættin at drepa grind, at binda, og eitt hvørt heim hevur ein málning á bróstinum, av heimbygdini ella sluppini. Vit raðfesta okkara mentan sera høgt.

Trupulleikin er, at vit hava ikki stóra siðvenju at rinda fyri mentan og mentan.

Tí hava vit heldur ikki stóra siðvenju at hugsa um list og mentan sum vinnu, ei heldur at stuðla mentan alment.

List og mentan er sostatt ein av okkara stóru vinnumøguleikum, serliga nú ferðavinnan tekur dik á seg. Tí muga vit sjálvandi seta meira pening í mentan og list, tí tummilfingurreglan er, at fyri hvørja krónu vit koyra í list og mentan, gevur fýrfaldað aftur.

Eisini eru tað list og mentan sum er grundarsteinurin undir trivnaði í landinum, og hava ein sera avgerandi týdning fyri menning og nýskapan.  Skapandi vinnur spretta ikki úr ongum.

Tí er tað ein hugburðsbroyting, sum skal til.  – Eg haldi tó vit eru ávegis.
Heildarætlanin fyri fólkaflyting staðfestir eisini, at viðurkenning av týdninginum av mentan og list skal og má til.  Virðing er ein fortreyt fyri, at list og mentan skulu raðfestast bæði politiskt og alment.

At mentannargrunnur landsins varð skerdur við 20 %, vísir, at virðingin, íhvørtfall politiskt, er minkað seinastu árini.
Javnaðarflokkurin hevur fleiri ítøkilig átøk frama fyri list og mentan í valskránni. Her eru nøkur :
Játtanin til mentanargrunn landsins verður økt við 5 milliónum í valskeiðinum
Økja framleiðsluna av ljóðbókum, telduspølum og líknandi tilfari til børn á føroyskum.
Framleiðsla av tíðarhóskandi føroyskum undirvísingartilfari
Miðjað verður eftir, at álitið um filmslist skal setast í verk.
Yrkislist skal hava betri sømdir


Aftur til kanningina í byrjanini…
 - hví munna føroysku børnini kenna pengvinar men ikki lundar?

Eitt boð er, at tey alramest síggja teknifilmar, eitt nú Pingo, og útlenskar bøkur, spøl, appir og annað tilfar, sum einans hava útlendsk myndaevnið í.

Í hvørtfall vísir tað okkum, at tað, sum er í nærumhvørvinum hjá børnunum, er longst burtur í hugaheiminum. Ímeðan tað, sum er longst burtur, hinumegin jarðkúluna, er kendari og tættari í hugaheiminum hjá børninum.  

Mál, samleiki og tjóðarskapartilhoyr skapast fyrstu árini hjá barninum. Tí er tað so sera týdningarmikið, at listarfólk sleppa til verka, og skapa ein føroyskan veruleika hjá okkara børnum.



Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Nýggjar tíðir

  Fyri allar borgarar, náttúruna og framtíðina. Eg stilli upp fyri kommunulistan tí loysnin til størstu avbjóðingarnar í høvuðsstaðarkommununi er ein nýggj, partapolitiskt óheft og framskygd leiðsla, ið setir neyðugar skipanir í verk og byggir brýr til allar partar í kommununi. Stórar avbjóðingar eru í mun til minkandi barnatal, sosialan ójavna og umhvørvi. Ein nýskapandi leiðsla, við Kommunulistanum á odda setir neyðugu skipanirar ígongd og byggir brýr við allar partar. Minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, og tí kunnu vit eisini venda gongdini beinanvegin, um vit gera skjótt og rætt av. Í okkara kommunu seta ungu familjurnar seg í ovurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Tí skula vit lætta um fíggjarliga, eitt nú við at hækka barnafrádráttin og brúka heimildirnar kommunan hevur fingið seinastu árini til at verða við til at byggja lestraríbúðir, eldraíbúðir og lutaíbúðir. Kommunan he...

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at