Skip to main content

Smábarnamamma og sjómanskona, eg fari at broyta Føroyar.

Løgtingsvalið 2015

Politikkur hevur altíð verið partur av mínum lívið. Eg sá mammu mína arbeiða fyri familjur, ið misti húsini í 90'unum, eisini stillaði hon upp fleiri ferðir. Eg havi ynskt at fara somu kós og í 2012 leyp eg í tað, við at stilla upp til býráðsvalið. Órættvísi og ójavni politikkurin, sum vit hava sæð seinnu árini, gjørdu tað lætt at taka avgerðina.

Við mínum sterka broytingarvilja, dirvi og ágrýtni kennist tað sjálvsagt, at næsta stigi í míni lívsleið skal vera at gerast limur av Føroya Løgtingi.

Eg brenni fyri at skapa eitt sterkt føroyskt samfelag, har vit, kvinnur, menn og børn, og vinnan hava tað gott. Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið. Serliga er tað familjupolitikkur, vinnupolitikkur og mentanarpolitikkur, sum eg fari at seta á dagsskrá.

Føroyskt til føroyingar.
Tað er føroyska mentanin og málið, sum fyrst og fremst bindir okkum føroyingar saman. Høvdu vit í túsundatalið staðið og sungið á Vaglinum, um vit sungu á donskum ella enskum á Ólavsøku?
Okkara mál, er fyrst og fremst tað sum skilir okkum frá øðrum og savnar okkum sum tjóð. Vit kenna tað øll, at tað er torført at skemta á einum øðrum máli, ella at siga júst tað, ein meinar við.  Tað er tí, at í móðurmálinum liggja so nógvir ósagdir týdningar, sum eru tillærdir frá føðing. Børn eru serliga móttakilig fyri mállæru fyrstu árini.  Tí skula børn hoyra og tosa nógv, fyri at ogna sær gott og ríkt mál tíðliga í lívinum.

Bæði fyri at varðveita felags andan tjóðskaparliga og geva øllum børnum besta førningin at hava eitt gott mál og lesiførleika, sum í dag er ein fortreyt fyri at hava javnbjóðis møguleikar í lívinum,  má politiska skipanin raðfesta tilfar og málmenning hjá børnum.

Tilmælið frá serfrøðini er, at byrja har arbeiðið gevur størst avkast. Tað er við teimum heilt smáu børnunum og so víðka, so hvørt orka er til tað. Tí skula vit m.a. raðfesta appir til teldlar á føroyskum, barnabøkur, tónleik, filmar, barnatilfar í KVF og ljóðbøkur.

Familjupolitikkur:
Okkara størsta hóttan er skeiva aldursbýtið. Í dag eru 4500 færri føroyingar undir 40 ár enn fyri nøkrum árum síðani. Okkurt má gerast! Føroyskar kvinnur eru eisini raskar at føða nógv børn, men tí fráflytingin er so stór og tilflytingin er ov lítil, so klára vit ikki at varðveita eitt haldført aldursbýti og fólkatal.

Um Javnaðarflokkurin kemur at sita við landsins leiðslu eftir 1.september, fara vit at seta serlig átøk á stovn fyri at eggja fólkum at fáa fleiri børn og fáa ung og barnafamiljur at støðast.
Føroyska pinkubarnið skal á stovn einans átta mánaðar gamalt. Í londunum rundanum okkum, hava tey fyri langari tíð síðani viðurkent, at børnini hava best av at verða heima í minsta lagið fyrsta árið, og hava tí longt barsilin. Við stóru mánaðarligu útreiðslunum hjá barnafamiljuni, kann barnið einans verða heima, um annað av foreldrunum kann verða heima við løn.

Smábarnafamiljan rennur skjótari enn nakrantíð fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman. Serliga er tað fíggjarligt tung,  millum annað barnaansing, bústaðarlán, billán og barnaútgerð eru stórir og tungir postar. Vøggustovugjald kostar uml. 25.000kr um árið, barnavognar úr 5000 kr., og bilstólar úr 2000 til 4000kr o.s.fr.. Í dag mugu foreldur keypa tríggjar bilstólar fyrstu 4-5 árini fyri at halda ferðslulógina.
Tá vit koma til valdið verður barsilsfarloyvið 1 ár við løn,  lág og miðalinntøkur fáa skattalætta, umframat fær barnafamiljan, sum hevur inntøku undir 700.000kr, eitt serligt smábarnaískoyti, Barnabeini, sum er eitt ískoyti á 1000kr um mánaðin pr. barn.

Bústaðir bústaðir
Bústaðir hevur uml. 1900 limir sum ynskja bústað í Havn. Stórsti bólkurin eru ung millum 20 og 30 ár. Bústaðir hevur higartil einans veitt 28 íbúðir í Havn, harav 4 íbúðir, sum kosta undir 5.500 kr. um mánaðin. Bústaðir er besta amboð hjá landinum at veita lestrar- og ungdóms íbúðir og íbúðir til eitt nú støk, sum hava ilt við at fíggja bústað við einari inntøku. Bústaðir og farandi samgonga hava tó higartil raðfest hægri at byggja marglætisíbúðir heldur enn at loysa nakrar av størstu trupulleikunum í okkara samfelag.
Tá eg komi á ting skulu raðfestingarnar hjá Bústaðir broytast grundleggjandi. Tað skula byggjast lestrar- og ungdómsíbúðir og íbúðir, sum tey lá og meðal inntøka ðal inntøku og ein pensjonistur klárar at rinda fyri.

Góð ellisár.
Pensjónistarnir, tey eldru í familjuni, skula hava góð og virðilig kor at liva undir. Pensjóninsaldurin skal vera fleksibul, so tað verður møguligt at framskunda pensjónina um heilsan bilar. Pensjónin skal í so lítlan mun møguligt mótroknast í arbeiðsinntøku, hjá teimum, ið ynskja at arbeiða. Eingin skal liva í fátakaravága ung sum gomul, tí er málið, at tá vit koma til valdið, fær pensjonisturin 500kr meir um mánaðin at liva fyri,  tá skattur og avgjøld eru farin av.
Vit í Javnaðarflokkinum skula geva familjuni bestu karmar at støðast. 
At støðast er, at hava ráð til ein góðan bústað, heilsugóðan mat og at spara upp til eina uttanlandsferð viðhvørt. At støðast er at hava møguleikar, javnbyrdis, møguleikar, møguleikar at læra alt lívið. At støðast er, at kenna seg tryggan um heilsan fer at bila. At støðast er, at vita, at um lívið ikki lagaði sum ætlað, so lyfta vit í felag og hjálpast at.
Um vit støðast, hava vit betri heilsu, eru lukkuligari og liva longri. Um vit støðast, geva vit samfelagnum og vinnuni nógv meir aftur.

Nývinna, øll vinna!
Okkara ítøkiliga átøk innan íverkseting og nývinnu er, at íverksetarar kunnu seta á stovn serligt Íverksetarafelag fyri 1 kr, sum verður frítikið skatti í 2 ár. Umframt tað, skula vinnufyritøkur kunnu draga helmingin av íverksetanaríløguni av í skatti.
Nógv góð fyridømi eru um íverksetar, ið gagnnýta okkara serstaka tilfeingi. Matvinnan blómar og eitt nú Kirkjubøgarðurin gongur fremstur við at virðisøkja kjøtið og borðreiða í serligu hugnaligu og søguligu kørmunum í roykstovuni. Norðlýsið og tónleikavinnan nýta m.a. grottur sum katedralar at hava konsertir í. Hvør veit um klintring í okkara brøttu homrum og fuglabjørgum fer at verða næsta ferðafólkaattraksjónin?

Vit skula verða betri at gagnnýta og virðisøkja alt okkara tilfeingi, og skapa betri marknaðaratgongd uttanlands. Vit skulu hava eitt vinnulív, har øll sleppa framat.

Ferðavinna:
Slow-ferðavinna, er altjóða heiti, har ferðafólkið tekur sær stundir at kenna ferðamálið og mentanina gjølla. Í Føroyum skula vit leggja okkum meir eftir hesum ferðafólkunum, tí tað eigur ikki at verða talið á ferðafólkum, sum er málið, men støddin av valuta tey leggja eftir sær.   


At samantvinna siðbundið handverk, mentan og ferðavinnu hava góð fólk arbeitt við í fleiri ár. Hettar er ein stórur møguleiki fyri útjaðaran í Føroyum. Týdningarmiklast er tó, at neiligu sporini eftir ferðafólkunum eru so fá sum gjørligt, og at bygdafólkið ikki órógvast óneyðugt.


Fyri at røkka slow-ferðafólkum skal tænasta og góðska verða í hásæti, hetta fyri at fáa eina burðardygga ferðavinnu, sum gevur avkast, eisini úti um landið. Men alt hettar er treytað av, at politiska skipanin hevur vilja at skapa røttu karmarnir.

Politikkur snýr seg um at raðfesta. Við teimum stóru avbjóðingunum samfelagið hevur, er politikkur Javnaðarfloksins besta boð uppá at fáa einar rættvísari Føroyar.

Góði veljari, tú ert eisini við at broyta Føroyar 1.september.

Vel eina sterka kvinnu á ting.

Bjørg Dam, kvinna fyri C







Popular posts from this blog

Eik stuðlar Stella Polaris komandi 4 árini

Óskar Eiriksson, Bjørg Dam, Ólavur Jensen, leiðari á Marknaðardeildini hjá Eik, Malan Thomsen og Uni Árting. Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs undirskrivaði hósdagin 6. oktober 2016 eina 4 ára høvuðsstuðulsavtalu við Eik um tónleikakappingina Stella Polaris. Avtalan er framhald av stuðulsavtaluni, sum Eik og Musikkskúlanevndin hava havt, síðan Stella Polaris byrjaði. Endamál Stella Polaris er kapping, sum vendir sær til børn og ungar klassiskar tónleikarar, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping. Kappingin Stella Polaris varð á fyrsta sinni hildin í februar 2014 og á øðrum sinni í februar 2015. Kappingin hevði bæði árini stóra undirtøku millum tónleikarar, og hetta vísir okkum, at tørvur er á slíkari kapping í Føroyum. Arbeiða við at betra konseptið.  Vit í Musikkskúlavevndini eru tí sera fegin um framhaldandi stuðulsavtaluna við Eik. Hetta ber í sær, at Stella Polaris nú er komin í eina fasta legu og er framtíðartryggjað tey næstu 4 árini. Vit arbeiða áhaldandi við at betr

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.

Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni í skúlanum, og vilja tí heita á tykkum avvarandi mynduleikar og politikarar, um at arbeiða skjótt og finna pláss, og skipa serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar, ein til grunddeild, ein til miðdeild og ein til hádeild eftir kunngerðini frá 19.03.2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá hugsað verður um, at tað var longu í november 2013 at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, sum kom til ta niðurstøðu, at

Stolt foreldur!

Sum forkvinna í ADHD felagnum og vit bæði, sum avvarandi foreldur eru sera sera errin av, at fáa høvi at leggja bil til og koyra fremst í Pridini, sum var í gjár. Vit sum foreldur hjá barni við ADHD kenna væl kensluna av, at ikki kenna seg rættan, ikki nóg góðan