Skip to main content

0 toleransa við kynsligum ágangi

Tað skal koma ein yvirlýsing frá landsins ovasta leiðslu,  at vit GÓÐTAKA ikki at okkara børn verða kynsligt misnýtt og sláa hart niður á tað.

Tað skal gerast við at hækka straffin og endurgjaldið, kemiska kastrasjón, bøta um lógarverkið v.v. fyrningarfreist o.s.fr.
Umframt at seta pening av til fyribyrgjandi og upplýsandi arbeiði við at økja um játtanina hjá KRIS.

Hesi átøk eiga at fáa ringarnir at breiða seg út í allar krókar í samfelagnum.

Onkrir batar eru framdir. Barnahúsið er sett á stovn og lærarar, pedagogar og onnur nú skula boða frá, um bert illgruni er um nakað óregluligt er farið fram. Enn er tó langt á mál, eitt nú er tað ein stórur trupulleiki, at tann dømdi ikki beinanvegin skal inn at sita og at dómarnir alt ov stuttir.

Í einum kjaki á Facebook fyrislóð ein skila dama,  ein árligan dag, har kynsligur ágangur er í fokus. Eisini má gott tilfar evnast til, soleiðis at vit foreldur kunna á ein góðan hátt upplýsa okkara børnum uttan at skapa óneyðugan ótta.

Ei heldur muga vit skapa eitt samfelag, har menn ikki longur skula tora at klemma og mussa børn, uttan at óttast fyri at verða illtonkir fyri at vera skemmarar.

Børn hava brúk fyri kærleika, nærleika og tryggleika, og tað skula vit geva teimum. Hava tey ikki fingið tað, so má samfelagið tryggja teimum rættvísi og hjálp til eitt gott lív!

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til