40% av burturkastinum skal endurnýtast ár 2030 er okkara vallyfti. Hvussu koma vit higar, spyrja nógv? Tað er spurningur um at vilja tað, skipa seg, og gera tað. Eg brenni nógv fyri, at vit brenna nógv minni og endurnýta so nógv sum gjørligt. Eg vil tað! Endamálið við hesari greinini er, at lýsa avbjóðingina og vísa á, at vallyftið er ikki ógjørligt. Beinleiðis endurnýtsla er best - Um eg ikki kann brúka tað, kanska kanst tú . Borgarin, vinnan og felagsskapir eru lykilin til beinleiðis endurnýtslu, sum vit kenna tað við