Skip to main content

Skilja burturkast: Eg brenni fyri at brenna minni.


40% av burturkastinum skal endurnýtast ár 2030 er okkara vallyfti.  Hvussu koma vit higar, spyrja nógv? Tað er spurningur um at vilja tað, skipa seg, og gera tað.
Eg brenni nógv fyri, at vit brenna nógv minni og endurnýta so nógv sum gjørligt. Eg vil tað!
Endamálið við hesari greinini er, at lýsa avbjóðingina og vísa á, at vallyftið er ikki ógjørligt.
Beinleiðis endurnýtsla er best - Um eg ikki kann brúka tað, kanska kanst tú.
Borgarin, vinnan og felagsskapir eru lykilin til beinleiðis endurnýtslu, sum vit kenna tað við
Dugna, Blákross, Reyðakross og Iktys, hesir gera eitt fantastiskt arbeiði í dag. Uttanlanda kenna vit lokalar býtistøðir, har tú setir tað tær ikki tørvar meir, sum onkur so kan taka. Hettar er ein lættur háttur, at leingja livitíðina hjá tilfari og lutum.

Lívrunnið tilfar.
Matrestir eru umleið 25% av øllum tí vit brenna. Skula vit veruliga gera broyting, so steðga vit við at brenna matrestir og gera sankutøð. Alt grønt skal endurnýtast við at blíva til spønir ella mold, í dag verður megin parturin tyrvdur.
Jarn og metal verða í dag ikki skilt í nóg stóran mun í húsarhaldinum. Hettar eru avmarkaði náttúrutilfeingi, sum eisini fæst góður prísur fyri. Tí skal meira setast inn at skilja jarn og metal eisini.
Orkunýtslan minkar 95% við at endurnýta aluminium í staðin fyri at vinna tað úr jørðini. Á sama hátt minkar orkunýtslan 70% við endurnýtslu av jarni, 75% við endurnýtslu av kopari og 85% við endurnýtslu av blýggi.

Embalasja:  Ein felags pantiskipan eigur at verða sett í verk fyri allar glasfløskur, gløs, dósir og plastfløskur  o.a. soleiðis at tað liggur motivatión hjá forbrúkaranum at skilja gløs, plast og dósir, og fáa nakað fyri tað. Tað verður nógv lættari verða forbrúkari, og mótstríðandi fíggjarincitamentið hjá handunum, har teir vinna pening av embalasju, ið ikki kemur innaftur verður burtur!  Úrslitið verður, at nógv meir embalasja kemur inn.

Papír: Við at endurnýta papp og pappír í staðin fyri at framleiða nýtt, minkar orkunýtslan niður í helvt, vatnnýtslan 80% og spillvatnsmongdin enn meira.
Vinnan skilir ikki tað stóra papír og plast í dag, Reint plast er gott at endurnýta og hevur ein marknaðarprís -  tí skal vinnan sleppa bíligari av við skilt burturkast so sum reintplast, papír  og annað.
Elektronisk tól hava dýrabar metal í so sum kopar, gull, tin, aluminium o.a. Eisini eru hettar sera avmarkaði tilfeingi í náttúruni, ið vit sjálvandi eiga at endurnýta. Tí skal alt sendast til góðkendar útlendskar móttøkur.

Fjarhiti er ikki hiti frá varandi orkukeldum, tó lýkur hann sera væl endurnýtsluprinsippið. Men vit skula ongantíð brenna meir, fyri at fáa meir fjarhita, tí grundprinsippið er, at vit skula leingja lívringrásina á lutum.

Umhvørvistilvit skal gerast attraktivt
At peika eftir hinum, er ókonstruktivt, og tað flytir ábyrgdina frá einum sjálvum - Serliga í einari sak sum hesari, har vit øll hava ábyrgd av framstig   - ynskja vit størri umhvørvistilvit, muga vit gera tað freistandi - tað skal eitt nú merkjast á samvitskuni, men eisini á pengapunginum og tað skal vera ein jalig íløga í framtíðina.

Ein háttur er, at differentiera prísin millum óskiltum burturkast og skiltum!
Umhvørvið er eitt av mínum kærastu hjartamálum. Eg haldi, vit heldur áttu at sett nøsina eftir at endurnýtt 50-65%, tí tað er als ikki ógjørligt.
Eg vil gera tað, flokkurin vil gera tað - vilt tú?
Við vón um stuðul í morgin.

Bjørg Dam
Valevnið Javnaðarfloksins. 

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til