Skip to main content

Smávinna: frá at grulva til at renna!


Eg vil arbeiða fyri betri umstøður til smá vinnurekandi, eitt nú við at tað skal kunna lata seg gera, at tekna sjálvbodna sjúkratrygging, so sum einstaklingavirkir kunna. 
Sera nógv hevur verið gjørt, fyri at lætta um íverkseting av alskyns spennandi slag seinastu árini og nattúrliga gongdin er, at vaksa úr einum ívf, einstaklingavirki ella øðrum til eitt sp/f. 

Lopið er tó sera stórt, tað er sum at fara frá at grulva til at renna - uttan møguleika fyri at læra at ganga. 

Lógin differentierar smápartafeløg millum tey, sum hava minni enn 2 mil. í umsetningi eitt nú við, at hesi nýtast ikki at lata granskoðaðan rokniskap inn. 

Tað hevði verið skilagott, at latið hendan bólkin verið gangistigið við at lagt aðar lættar inn, so sum at kunna tekna sjálvbodna sjúkratryggin, júst sum  einstaklingavirki kunna. Eru tvey í einum sp/f, so kann tann eini ikki átaka sær alt arbeiðið fyri hin, um annar gerst sjúkur! 
Kringvarpsgjaldið skal lækkast munandi ella kann verða strikað.
Eisini er tað blivið kostnaðarmikið og innviklað at lata rokniskapin inn, hetta kundi verið bøtt um. Eisini skal skipanin eftirhyggjast í mun til barsil og ALS, tí tað er ov innviklað og torført at navigerað runt í, og tað kemur meir enn so fyri, at vinnurekandi koma illa fyri í skipanini. 

Tí má tað verða gjøgnumskygni og møguleiki at fáa góða ráðgeving. 





Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til