Skip to main content

Megnartak fyri børn við serligum avbjóðingum

Børn við ADHD, autismu og øðrum avbjóðingum 
Øll, sum hava børn, sum tørva okkurt eyka, vita, hvussu strævið systemið er at fáast við. Nógv foreldur geva upp, ímeðan summi orka at berjast soleiðis at børnini fáa onkra hjálp. 

At tað bara eru tey sterku, sum fáa hjálp, er ein demokratiskur trupulleiki, og tað skal ikki verða soleiðis í framtíðini. Hevur eitt barn avbjóðingar ella trupulleikar, so skal familjan fáa familjuráðgeving og ein toghaldara, sum kennir skipanirnar, og sum kann hjálpa teimum. Hetta er við til at geva øllum børnum somu møguleikar í lívinum. 


Innsatsur tíðliga er besta menniskjaliga og fíggjarliga íløgan. Tí er tað sera sera týdningarmikið, at tað eru nøktandi normeringar, og at vælútbúnir námsfrøðingar eru á øllum stovum á dagstovnunum. 
Óskilið og ónøgdin á dagstovnaøkinum skal loysast! Námsfrøðingar hava ein stóran leiklut í at fáa eyga á avbjóðingarnar tíðliga, so at setast kann inn, og børnini fáa bestu møguleikar tíðliga at mennast. Sama er galdandi innan skúlaverkið.


Gjógvin burtur
Millum dagstovn og skúla er ein yvirstór gjógv, sum børn við serligum tørvi ofta detta niður í, tí hvørki stuðulstímar ella vitan fylgja við frá dagstovninum yvir í skúlan. Tey koma uppaftur kanska eftir nøkrum árum. At dagstovnar, sum hoyra undir kommununi, og skúlin, sum hoyrir undir landinum, ikki kunnu samstarva, er ein skeiv konstruktión, sum er vanlagnulig hjá summum børnum. Vit borgarar rinda fyri skúla og stovnar, so einki er til hindurs fyri at broyta hetta. Í minsta lagi skulu stuðlar og tímar fylgja barninum og yvir í skúlan.  

Serskúlastovur, har serútbúnir lærarar og námsfrøðingar starvast, er besta loysn til børn við ADHD, autismu og líknandi avbjóðingum. Sambært WHO hava umleið 5 % av børnum ADHD og fitt minni hava autismu. Tí skulu allir skúlar við 200 næmingum hava 2 ella 3 serstovur.

Frítíðartilboð skulu vera til tey, sum tørva. Hetta uttan at foreldur mugu berjast fyri tilboðnum, soleiðis at øll børn fáa javnbjóðis møguleikar. Ikki bert tey við ressursusterkum foreldrum. 
Í Nám X, Miðnám og hægri útbúgving skulu børnini fáa ein vegleiðara og møguleika at tillaga skúlagongdina. 

Øll børn við avbjóðingum skulu í “Ta góðu tilgongdina”
Almannaverkið metir, at víðkanin fer at merkja, at umleið 400 børn koma afturat teimum 180, ið longu eru í skipanini, og at kostnaðurin er umleið 7 milliónir einans!
Hettar skuldi fyri langari tíð síðani verið avgreitt. Tí í mun til tær 400 persónslagnurnar, sum stríðast dagliga við avbjóðingar, so kann tann "Tann góða tilgongdin" vera við til at tryggja okkara børnum eitt gott lív. Í góðu tilgongdini skulu avlastingartilboð, familjuráðgeving, toghaldari og annað vera. Barnaárini eru stutt, og nógv børn læra at kompensera fyri eitt nú menningarórógv við røttu viðgerðini og fáa eitt líka gott lív sum onnur, tá mált verður í heilsu og inntøku. Tí er tað altumráðandi at seta inn í barnárunum. Samfelagsliga kostar tað ein brøkpart at seta inn tíðliga. 

Viðgerðartrygd - eisini kognitivar 
Í dag fáa tey við ADHD ikki fulla viðgerð. Tey fáa bjóðað medisinska viðgerð; men ta kognitivu, ið er helvtin av viðgerðini, hava vit ikki ráð at geva. Tað svarar til at seta seg í ein koyristól uttan hjól - Tú situr væl, men kemur ikki frameftir. 

Bústaðir og tillagað starv
Serøkið er so fjøltáttað, og avbjóðingarnar so nógvar. Summi tørva vardan bústað, tá tey verða vaksin, og onnur klára seg sjálvi, men tørva kanska enn ein toghaldara og kanska heimavitjanir og hjálp til reingerð og praktisk ting. Umframt hjálp til at finna og eventuelt tillaga eitt starv.

Serligar gávur krevja serlig atlit
Fólk við avbjóðingum eru eitt tilfeingi við góðum evnum og gávum, sum kunnu kasta margfaldað aftur í samfelagið. Men tey eru viðkvom og hava øðrvísi máta at síggja og hugsa, og tørva nakar tillagingar, rúmd og hjálp.
Kenda gentan, ið byrjaði veðurlagsverkfallini, Greta Thunberg hevur skrivað søgu og verður samanborin við Pippi og Joan de Arc. Hon er júst komin á listan hjá Time yvir tey 100 fólkini við mest ávirkan í 2019. Hon er innstillað til Nobel heiðurslønina, og hon ferðast víða, har hon talar fyri heimsins leiðarum. Alt hetta hóast hon hevur autismu, kundi onkur hugsað. Men hettar er eitt sólstráludømi uppá, hvussu evnarík, klók og týdningarmikil menniskju eru, sum hava aðrar mátar at síggja heimin, enn tey sokallaðu normalu.

Latum okkum taka eitt megnartak fyri børn og vaksin við avbjóðingum. 

Bjørg Dam 
Valevni Javnaðarfloksins

Popular posts from this blog

Røða: 5 loysnir 5 umhvørvismál

Umhvørvið er stórsta politiska avbjóðingin anno 2019. Í hesari røðuni, havi eg sett 5 sera týðandi mál upp, sum komandi løgting verður noytt at fyrihalda seg, viðgera og taka avgerð um. Málini eru: 1: Heimsmál nr. 12, sum er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðsla.  2: Bussleiðin,  koyra saman sparir umhvørvið. 3: Fótgangarateigar, at ganga er umhvørvisbest, men má verða trygt. 4: Burðardygg orka og oljutangar 5: Plast og órudd í náttúruni, og hvussu vit kunnu koma hesum til lívs Í røðuni, ið eg helt á veðurlagsverkfallinum herfyri, kasti eg í kjakið við mínum loysum, sum vónandi seta ferð á umhvørvisleiðina. Góðan lesihug. 

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.

Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni í skúlanum, og vilja tí heita á tykkum avvarandi mynduleikar og politikarar, um at arbeiða skjótt og finna pláss, og skipa serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar, ein til grunddeild, ein til miðdeild og ein til hádeild eftir kunngerðini frá 19.03.2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá hugsað verður um, at tað var longu í november 2013 at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, sum kom til ta niðurstøðu, at

Stolt foreldur!

Sum forkvinna í ADHD felagnum og vit bæði, sum avvarandi foreldur eru sera sera errin av, at fáa høvi at leggja bil til og koyra fremst í Pridini, sum var í gjár. Vit sum foreldur hjá barni við ADHD kenna væl kensluna av, at ikki kenna seg rættan, ikki nóg góðan