Skip to main content

Ræðandi góðar tíðir, krevja skynsemi

Seinasti býráðsfundur hesumegin løgtingsvalið og stóri spurningurin er, um trumfanir og stikkarnir sita á somu hondum eftir løgtingsvalið, so mær unnist framhaldandi at manna varasessin fyri Heðin Mortensen í Tórshavnar Býráð? 


- Tað vóni eg veruliga, tí tað eru nógv stór tøk eftir at taka so sum vælferðarlógin, ið einans er
tryggjað um Javnaðarflokkurin aftur kemur til valdið.

Hettar hálva árið í býráðnum hevur verið fantastiska spennandi og mennandi, og havi eg í øllum avgerðum roynt at hugsa um tey mennisjuni avgerðirnar raka. Tað er ein stór ábyrgd og hana taki eg eyðmjúk við.

Havi ofta hugsað, júst HVØR er mín uppgáva í hesum? -
- Embætisfólkini og fakfólk kenna systemið, lógarverk og hava øll fakta uppá pláss - Hvør er so mín leiklutur? -

Áðrenn man stillar upp og kemur inn, ber einans til at fyristilla sær leiklutin. Man hevur eina teoretiska vitan. Nú havi eg roynt nakrar vikur í Løgtinginum og gott hálvt ár í býráðnum, nú byrjar leikluturin at koma inn undir húðina - ein meira praktisk vitan! - so nógv stuttligari!

Í byrjanini helt eg, at eg skuldi umboða og taka fram umhvørvisvinkulin í øllum málum. Ov nógv! fann eg útav! Tað snýr seg eisini um at brúka krútið rætt!

- Í dag, á seinasta býráðsfundi, fekk eg høvið at fortelja borgarunum í kommununi t.d. at eg havi fingið í byggiverkætlanina fyri langhylin, at ein umhvørvisprofilur skal gerast, soleiðis at vit tryggja okkum at bygningarnir verða so orkusparandi og orkuendurnýtandi sum gjørlig. Nú hevur man politiskt valt at leggja seg eftir sólorku, tí hevði tað verið upplagt, at fingið sólorku í byggiverkætlanina, soleiðis tað ber til, at hita vatnið eitt nú við sólfangarum.

- Eisini gjørdi eg býráðið varugt við, at eitt gestabátapláss í Vágsbotni má kosta tann reella prísin tað kostar av útvega og halda! Borgarnir í Havn skula ikki hava útreiðslur av gestabátum. - Av tí at tað eru so nógvir bátar, sum misnýta gestablýdni og leggja bátin fyri summarið, soleiðis teir liggja á fyrstu perdón til øll tiltøkini og vikuskiftini, so varð prísurin settur upp fyrr í ár.  Nú varð hann so lækkaður aftur til 150kr um dagin.  Vit eiga at halda eyga við, at okkara gestablýdni ikki verður útnyttað.

Tað eru ræðandi góðar tíðir beint nú - øll føla tað! - og tíverri er mín kensla, at tað í býráðnum verður oyðsla nógv til høgru og eitt sindur vinstru. Tað verður bygt alt ov nógv, ov stórt, óskynsamt, ov dýrt og ov rakstrardýrt. Hjólini mæla alt ov skjótt.

Tað kennist við hvørt á Vaglinum, sum pengarnir avgerðir verða tiknar um eru matadorpengar, tí upphæddirnar eru so svimlandi og projektini so mong. Matadorpengar, og ikki veruligir pengar hvør skattaborgari hevur stríðst fyri og latið okkum at umsita.

- Í minniluta fær man ikki gjørt, so nógv annað enn at koma við mótuppskotum og argumentum fyri hví hini skula halda tað sama sum tú - Ája argumentini..! - ímun til fakfólk og embætisfólk, so skula míni argument spretta úr hugsjónini. Tað er hugsjónin sum dregur verkið, og sigur hvørja kós vit skula fara, og um eg vil, so kann eg grundgeva við fakligum ella faktuellum argumentum. Tað er munurin millum politikara og embætisfólk!

Tað er mín uppgáva at umboða borgaran grundað á ta hugsjón flokkurin og eg standi fyri. Lógir fyrihalda vit okkum til, men tær eru til at broyta, og skula broytast, fyri at vit skula verða tað besta og tryggasta landið í heiminum - tað er eitt land, sum tekur sær av øllum sínum borgarum - Tað er tí, mær dámar so væl politikk! -

Popular posts from this blog

Røða: 5 loysnir 5 umhvørvismál

Umhvørvið er stórsta politiska avbjóðingin anno 2019. Í hesari røðuni, havi eg sett 5 sera týðandi mál upp, sum komandi løgting verður noytt at fyrihalda seg, viðgera og taka avgerð um. Málini eru: 1: Heimsmál nr. 12, sum er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðsla.  2: Bussleiðin,  koyra saman sparir umhvørvið. 3: Fótgangarateigar, at ganga er umhvørvisbest, men má verða trygt. 4: Burðardygg orka og oljutangar 5: Plast og órudd í náttúruni, og hvussu vit kunnu koma hesum til lívs Í røðuni, ið eg helt á veðurlagsverkfallinum herfyri, kasti eg í kjakið við mínum loysum, sum vónandi seta ferð á umhvørvisleiðina. Góðan lesihug. 

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.

Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni í skúlanum, og vilja tí heita á tykkum avvarandi mynduleikar og politikarar, um at arbeiða skjótt og finna pláss, og skipa serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar, ein til grunddeild, ein til miðdeild og ein til hádeild eftir kunngerðini frá 19.03.2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá hugsað verður um, at tað var longu í november 2013 at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, sum kom til ta niðurstøðu, at

Stolt foreldur!

Sum forkvinna í ADHD felagnum og vit bæði, sum avvarandi foreldur eru sera sera errin av, at fáa høvi at leggja bil til og koyra fremst í Pridini, sum var í gjár. Vit sum foreldur hjá barni við ADHD kenna væl kensluna av, at ikki kenna seg rættan, ikki nóg góðan