Árið 2021 toppaðu føroyingar oljunýtsluna og nú gongur rætta vegin, men vit skula hava eina langtíðarætlan, gott samstarv, framskygni og grønar politikarar fyri at røkka á mál. Vit hava brotið linjuna, funnið melodiin og skula halda áfram við at seta vindmyllur upp, sum geva okkum nóg mikið av orku til at framleiða el. Samstundis fara vit at hava nóg mikið av avlopsorku til at framleiða vetni, ammoniak og annað biobrensil, sum er framtíðar orka til tunga ferðslu, vinnu og skip. Tað er boðskapurin frá Kára Mortensen á hugaverdari framløgu fyri náttúru og umhvørvisnevndini í dag. Hann vísti á eina granskingarverkætlan, um at byggja eitt elektrolysuannlegg í Tórshavnar kommunu, sum kann framleiða vetni, oxygen og eini 30GWh av hita, ið kann koyrast inn á fjarhitanetið. Vit loysa avbjóðingina við at tung ferðsla kann koyra grønt. Síðuvinningurin er, at laksavinnan er stórforbrúkari av oxygeni, umframt at fjarhitanetið verður framtíðartryggja or...