Skip to main content

Jólatræið í Hoyvík tendrað

 

Rørandi løta í kirkjuni
Í ár var eg so heppin, at tendra jólatræið í Hoyvík. Vegna veður flutti tiltakið inn í vøkru heitu kirkjuna, sum veruliga setti rætta karmin um røðuna, har kirkjan og kæri abbi mín vórðu umrødd.
 
Her er røðan eg helt:
 
Body image

Hjartaliga vælkomin øll somul til hesa hugnaligu løtu, har vit fara at tendra jólatræið í Hoyvík.


Eg eri serliga errin og glað fyri, at verða boðin at tendra jólatræið í Hoyvík, tí hóast eg búði úti við Støðna á Argjum og gekk í Nonnuskúlanum, so havi eg slitið mangar barnaskógvar her í Hoyvík.

Hettar varð tíðin áðrenn frítíðarskúlar. Hettar var tíðin, tá nógvar mammur vórðu farnar á arbeiðsmarknaðin, eisini mín. Tí tók eg, so at siga hvønn dag 3’aran úr Steinatúni niðan á Hvítanesvegin, har omma og abbi búðu.

Fara vit 2-300 ár aftur í tíðina, so var Hoyvík lítið annað enn Hoyvíksgarður. Í 1810 búðu 10 fólk á garðinum og 6 hjá uppisitaranum.Flyta vit fram fyrst í sjeytiárini, búðu um 70 fólk í Hoyvík. Barnatalið var so lítið, at tey rúmaðust øll í einari skúlastovu og skiftu millum gamla skúlan í Hoyvík og skúlan á Hvítanesi.

Í dag standa tveir av landsins størstu skúlum í Hoyvík, og nú fer gamli studentaskúlin at hýsa kvøldskúlanum, sum vit øll vita, eisini hevur eina rúgvu av virksemi um dagin.Smábørn og børn við serligum tørvi, hava eisini sína dagligu gongd niðrið í Hoydølum, og tað fegnist eg um, tí eg veit, hvussu mennandi og spennandi spælipláss plantasjan, stóra fløtan, áin og Boðanes eru.

Vit skula geva børnunum allar bestu umstøður at spæla og mennast í.

Miðskeiðis í sjeytiárunum fóru tær stóru útstykkingarnar fram í Hoyvíkshaganum. Úrslitið kenna vit í dag, nú upplýst verður í fjølmiðlunum, at Hoyvík um stutta tíð verður næststørsti býur í landinum við yvir 5000 fólkum.

Hoyvík røkkur helst teimum 5000, tá næsta stóra útstykkingin omanfyri Klingruvegin er gjørd – ein sera spennandi grøn útstykking við spennandi fríøkjum og vøkrum náttúruøkjum.

Eitt eyðkenni fyri ein bý er ein kirkja. Byrjað varð at tosa um kirkju í 1982, men hon varð ikki vígd fyrrenn tann 4. november í 2007. Tá byrjaði Hoyvíkin at fáa býardám.

Abbi mín var ein av ídnastu forsprákarum fyri kirkju í Hoyvík. Tíverri upplivdi hann ongantíð stásiligu kirkjuna – hann varð borin út hiðani á hávetri, og tað var fyrstu, seinastu og einastu ferð, hann var í Hoyvíkar kirkju.

Um várið bóru vit nýborna sonin til dópin her í kirkjuni, har hann varð uppkallaður eftir langabbanum. Soleiðis er lívsins ringrás, at eftir vetur kemur vár, har ein generatión sleppur, tekur onnur við.

Størri og smærri merkisdagar hýsir kirkjan okkum, og gevur okkum troyst, vælsigning og góða orðið við á leiðini.

Vit fegnast um eina kirkju, sum veruliga vísir tær dygdir, sum ein kirkja hevur. Hon er ein verulig miðstøð, sum við staðsetingini miðsavnar og samanbindir tað eldru Hoyvíkina við ta nýggju. Hoyvíkarkirkja er eitt stórt hábærsligt bygningsverk, sum við sínari staðseting og stórbæri ger, at hon sæst allastaðir frá.

Dótturin varð so glað, tá vit sóu at kirkjutornið lýsti vakra lillafarvaða litin, ið boðar frá, at vit nú eru í advent.

Vit sum eiga børn í Hoyvíkarskúla, hjá okkum byrja jólini veruliga við stóru jólaframførslunum, sum næmingarnir hava á hvørjum ári. Vit eru takksom fyri góða samstarvið skúlin og kirkjan hava.

Vit fegnast eisini um nýggju og vøkru kirkjugarðsleiðina niðan gjøgnum Dalin. Og nú kunnu vit eisini fegnast um, at peningur endiliga er játtaður til komandi stásiliga kirkjutorgið og eina viðarlund, uppi í dalinum.

- - -

Hetta er ein hugnaligur siður, at býráðið letur hoyra frá sær ein slíkan dag og møtir upp saman við presti og hornorkestri, sum í dag er GHM. Gott eisini at síggja, at so nógv eru møtt.

Jólini eru barna- og familjuhátíðin, sum vit øll gleða okkum til á hvørjum ári – sama hvussu veðrið er.

Vit ásanna samstundis, at tað er umráðandi, at øll – og ikki minst børnini hava tað gott og spennandi á jólum. Tey gleða seg leingi og hava ilt við at bíða, kanska serliga eftir jólaaftan, og teimum stóru og mongu gávunum.

Tíðini og nærvera er tó størsta gávan vit kunna geva okkara børnum. So vel gávur, ið lata upp til nærveru, tíð og hugna. Spøl, putluspøl og ymiskt kreativt eru góðar gávur til okkum øll.

Í dag er fyrsti sunnudagur í advent, og heima við hús hava vit tendrað eitt ljós í adventskransinum. Vit vita, at tá adventin er komin, skulu vit ikki bíða so øgiliga leingi aftrat til jólini koma, og jólaevangeliið verður boðað okkum eina ferð enn.

Slík afturvendandi tiltøk sum hesi, geva okkum kensluna av at hoyra til, at vera saman um nakað gott og gamalt, trygt og afturvendandi, sum eisini gevur frið í einum rokmiklum gerandisdegi. Tí tendra vit jólatrø.

Jólini eru ein barnahátíð, og er tað nakað, sum stendur eftir í minnunum frá barnatíðini, so eru tað jólini. Besta gávan til børnini er, at vit sum vaksin seta okkum sjálvi og okkara tørv til síðis og njóta samveruna við børnini á einfaldan hátt.

Nú jólatræið tendrar, hava vit ein lýsandi varða, sum fer at lýsa heilt fram til trettan dagar eftir jólaaftan. Og tá ganga vit móti ljósari tíðum.

Henda løtan er eisini ein staðfesting av, at nú er veturin komin og at jólini nærkast í hvørjum.

Hjá mær er uppgávan at bjóða tykkum hjartaliga vælkomin og bera tykkum øllum eina hjartans tøkk fyri skjótt farna árið.

Politikkur hevur tað til felags við jólini, at vit ynskja okkum alt millum himmal og jørð, men vit vita eisini, at tað ber ikki til at fáa alt. Tí snýr tað seg um at finna semjur um raðfestingar.

Vit eru øll partur av fólkaræðisligari skipan, sum óskilið í Russlandi vísir okkum, at vit á ongan hátt, eiga at taka fyri givið. Tí eiga vit at verða takksom, og verna um okkara fólkaræði.

Eg haldi, at tað hevur gingið væl hetta valskeiðið - kommunan veksur áhaldandi, inntøkurnar vaksa, fólkatalið veksur og tað gevur okkum eisini nakrar jaligar avbjóðingar at loysa. Skúlarnir og dagstovnarnir eru trongir og ovfyltir, og tað gongur út yvir trivnaðin hjá nøkrum børnum.

Tí fara vit at gera framtíðarkanning sum lýsir tørvin, soleiðis at vit kunna tryggja børnunum bestu karmar. Vit hoyra, at fleiri námsfrøðingar venda aftur til dagstovnarnar hjá okkum, tað gleðast vit um.

Góðu tit øll.

Jólini eru eitt høvið til at leggja ósemjur til viks og heldur njóta løtuna og samveruna. Mítt ynski er, at vit í hvør sínum lagi gera okkara besta til, at vit fáa eina góða og hugnaliga løtu saman.

So er bara eftir at ynskja tykkum øllum somlum eini gleðilig jól og eitt vælsignað nýggjár.

Takk fyri

Bjørg Dam
Býráðslimur

Ólavur Frederiksen tók myndirnar






Popular posts from this blog

Bjørg'sa jólaligi valsangur!

    🎁🎶 GÓÐU VELJARAR 🧑🏽‍🎄🎅🎶  Fyri at stytta tíðina til valið, havi eg gjørt ein jólaligan valsang.     🎶 Gerið so væl, og syngið endiliga við  🎶  Leinkja til sangin:  Løgtingsvaliði hevur tað til felags við jólini, at vit ynskja okkum alt millum himmal og jørð, men vit vita eisini, at tað ber ikki til at fáa alt! Tí snýr tað seg um, at velja ein politikara, sum ikki einans lovar tað tú ynskir tær, men eisini hevur víst, at hon dugur at fáa vallyftini framd. -Tað krevur nógva orku🔥 , áhaldni og slagkraft av politikaranum, um hon skal fáa vallyftini í framd! -So góði veljari, hettar er 9'indu ferð eg stilli upp, eg havi nógva orku og víst í verki, at eg gjøgnumføri tað eg seti mær fyri! Nú er mítt stórsta ynski, at koma inn á løgting, so eg kann fáa míni hjartamál framd.    💙 Børn og vaksin við serligum tørvi 💙 Ein hurð til alla hjálp – og burtur við bíðirøðum 💚 Skjótt og klókt orkuskifti 💚 Endurnýtsla, 🇫🇴 stuttflutt 🇫🇴 og reint umhvørvi 🇫🇴 Okkara dýrabæra m

Børn bíða í 18 mdr og vaksin í 15 mánaðar!

  Hetta lesa vit í svarunum, sum Jóhannis Joensen løtingsmaður hevur fingið, eftir at hava sett Kaj Leo Holm Johannesen, spurningar um bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum. Hann spyr m.a. um “Er bíðitíðin á psykiatriska deplinum longri enn ½ ár?” og “Hvør ítøkilig loysn er í umbúna fyri at minka um bíðilistarnar?” Svarini til fyrsta spurning er: “ Spyrjarin spyr um bíðitíðin á Psykiatriska Deplinum er longri enn hálvt ár. Sambært viðmerkingunum, hevur spyrjarin sjóneykuna á bíðitíðina til Barna-og ungdómspsykiatriina,sum skipanarliga nú liggur undir Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum. -Stóra avbjóðingin er, at nógv børn afturat eru komin á bíðilista tey seinastu árini og tað hevur við sær, at tey, ið verða ávíst í dag, skulu vænta at bíða í upp til 18 mánaðir við verandi manning í Barna-og ungdómspsykiatriini. 217 børn vóru á bíðilista í barna-og ungdómspsykiatriini í januar 2022. Hyggja vit eftir teimum, sum vóru til fyrstu viðtalu í 2021, so bíðaðu

 Serflokkar til Fuglafjarðar, Eystur kommunu, Giljanes, Løgmannabreyt og Nonnuskúlan. 

Allir skúlar við fleiri enn umleið 200 næmingar eiga at hava serflokkar, men enn eru fleiri skúlar sum mangla. Nevnast kunnu Fuglafjarðarskúli   282 næmingar, Eysturkommunu 244 næmingar, Skúlin á Giljanesi 244 næmingar,  Skúlin á Løgmannabreyt 387 næmingar,  Sankta Frants 333   næmingar, Skúlin á Argjahamri 386 næmingar (eru áveg) Nevnast kann, at fleiri skúlar við færri næmingum enn 200 hava fingið serflokkar t.d. Vestmanna skúli og Sørvágsskúli, ið hava 168 næmingar hvør.  Hetta tí man hevur mett tað neyðugt, men hví so ikki geva øllum stórum skúlum serflokkar, eru børn við serligum tørvi ikki har???? Okkara kassahugsan ger, at eini 96% av okkara børnum fáa sama standard skúlatilboðið, ímeðan gott 3% fáa eitt serflokkatilboð og minni enn   1% ganga í Skúlanum á Trøðni.   Allir skúlar hava førleikastovur, har næmingar fáa eyka undirvísing, men serdidaktisku-, sernámsfrøðiligu- og orðblindnaførleikarnar eru alt ov   veikir, og skula styrkjast munandi!! Nógvir batar verða nevndir nú val