Skip to main content

Standa saman um børn og vaksin við serligum tørvi!

 

Standa saman um børn og vaksin við serligum tørvi!!

8.desember bjóði eg meg at ganga fremst í stríðnum fyri børnum og vaksnum við serligum tørvi og breki í Føroyum!

Eg ynski innarliga at gera tað sama fyri alt ser- og brekøkið, sum eg havi staðið á odda fyri saman við øðrum góðum fólkum á ADHD økinum seinastu 3,5 árini.
Eg geri tó einki einsamøll, tað krevur at vit foreldur, havandi og avvarandi standa saman um børn og vaksin við serligum tørvi 8.des!

Sum foreldur at barni við serligum tørvi kenni eg alt ov væl stríðið í móti stirvnum skipanum, máttloysi og tær frustratiónir øll familjan stríðist við. Men við málrættaðum arbeiði, sterkum felagsskapi, samstarvi og pragmatiskum loysnum, kunna vit broyta tað! - men tað krevur tín stuðul 8.des.

Nøkur av átroðkandi málunum, sum skula loysast eru:

-Eina hurð til allar tænastur!
-Bíðikøir til psykiatri, umlating, stuðul o.a. tænastur skula burtur skjótast!
-Øll børn skula tryggjast rætta skúla- og frítíðartilboð
-Øll sum megna, skula sleppa at arbeiða
-Vit skula hava eitt brektalsfólk
-Feløgini undir MEGD skula styrkjast,
-tí felagsskapurin styrkir og mennir
-tí politiska skipanin tørvar sterkar felagsskapir
-Sjálvboðin í MEGD og líknandi felagsskapum skula fáa somu skattafría samsýning, ájavnt ítróttarregluna

Eini 15-20% av øllum børnum í Føroyum tørva serliga hjálp einaferð ella varandi.
Tí er tað sera týdningarmikið at vit betra um og tryggja okkara skipanir, soleiðis at peningurin í mesta mun fer til børnini.

-Tí øll hava rætt til at hava ein góðan dag!

Les meir um míni hjartamál: Børn og vaksin við serligum tørvi, umhvørvi og føroyska framleiðslu á bjorgdam.blogspot.com

Vælkomin at seta mær spurningar.

Bjørg Dam
Vel Javnaðarflokkin, vel eina serliga eldsál 8.des.

#GangIkkiØrgVelBjørg
#øllhavarætttileingóðandag
#javnrættindi
#javnaðarflokkurin

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...