Skip to main content

Bjørg'sa jólaligi valsangur!



 
 
🎁🎶 GÓÐU VELJARAR 🧑🏽‍🎄🎅🎶 

Fyri at stytta tíðina til valið, havi eg gjørt ein jólaligan valsang. 
 
 🎶 Gerið so væl, og syngið endiliga við  🎶 

Løgtingsvaliði hevur tað til felags við jólini, at vit ynskja okkum alt millum himmal og jørð, men vit vita eisini, at tað ber ikki til at fáa alt! Tí snýr tað seg um, at velja ein politikara, sum ikki einans lovar tað tú ynskir tær, men eisini hevur víst, at hon dugur at fáa vallyftini framd.

-Tað krevur nógva orku🔥 , áhaldni og slagkraft av politikaranum, um hon skal fáa vallyftini í framd! -So góði veljari, hettar er 9'indu ferð eg stilli upp, eg havi nógva orku og víst í verki, at eg gjøgnumføri tað eg seti mær fyri!

Nú er mítt stórsta ynski, at koma inn á løgting, so eg kann fáa míni hjartamál framd. 
 
💙 Børn og vaksin við serligum tørvi
💙 Ein hurð til alla hjálp – og burtur við bíðirøðum
💚 Skjótt og klókt orkuskifti
💚 Endurnýtsla, 🇫🇴stuttflutt🇫🇴 og reint umhvørvi
🇫🇴 Okkara dýrabæra mál og mentan
❤️ Lønarlyfti til menniskju, ið arbeiða við menniskjum.
💙 Viðgerartrygd og endurvenjing
❤️ Javnbjóðis atgongd til læru og arbeiðsmarknaðin
🌈 Rættin at verða tann tú ert
 
Minnist eisini til: 
❌ Gangið ikki ørg, veljið Bjørg ❌
 
 💙 Tí, ynskir tú tað øðrvísi, mást tú eisini velja øðrvísi! 💙 
 
 1000 takk Jens Marni Hansen, Emilia Brockie Hansen og Kristoffer Mørkøre og Bára Silvansdóttir <3
 
 

 
Tekstur í prentvinarligari útgávu:





 



 

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...