Skip to main content

-UMSORGANARSVIKT OG SPARA EFTIR REYV!!

-UMSORGANARSVIKT OG SPARA EFTIR REYV!!

Fosturforeldraskipanin hevur veitt ov lítið av hjálp og avlasting í nógv ár, tó batar eru nú ADHD heimaráðgevingini og TGT eru komnar.

Søgan er tann sama, sum í allari okkara skipan, at manglandi fyribyrging og tíðligahjálp ger, at prísurin fleirfaldast, tá man missur á stokkinum - Menniskjaligi prísurin kann tó ikki gerast upp í pengum!

Tíverri er hettar ikki fyrstu ferð fosturforeldur geva skarvin yvir, og gera vit einki beinanvegin, so verður hettar heldur ikki seinastu ferð!

Øssur, túsund takk fyri at tit valdu at stíga fram og seta orð á og helst verða talirør fyri so nógv onnur fosturforeldur!

- Avlasting og góð hjálp til fosturforeldur er líka so neyðug, sum at seta bukkar undir bátin, tá hann stendur á landi.

Óansæð um eg verið vald ella ikki, so fari eg at arbeiða fyri børnum við serligum tørvi og (fostur)familjur teirra, men løgtingssessurin er sum at skifta árabátin út við eitt skjóttgangandi supplyskip, eg hevði komið fram við hjálpini nógv skjótari!

Bjørg Dam
Vel Javnaðarflokkin, vel eina serliga eldsál!





Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.

Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni í skúlanum, og vilja tí heita á tykkum avvarandi mynduleikar og politikarar, um at arbeiða skjótt og finna pláss, og skipa serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar, ein til grunddeild, ein til miðdeild og ein til hádeild eftir kunngerðini frá 19.03.2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá hugsað verður um, at tað var longu í november 2013 at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, sum kom til ta niðurstøðu, at ...