Skip to main content

Kommunan eggja til grønari íverksetan

Íverksetarahúsið HUGSKOTIÐ

Kommunan eggjar til grønari íverksetan 

Kommunan hevur eina góða skipan í UMHVØRVISSTUÐULINUM, sum við at lata stuðul til grøna íverksetan eggjar íverksetarar at hugsa grønt.  Eisini hevur kommunan við Íverksetarahúsinum bøtt munandi um umstøðurnar hjá íverksetarum sum heild í kommununi. Tvey sera gagnlig og virðisskapandi átøk.

Eg ynski at kommunan í enn størri mun, kann eggja til grøna íverkseting, við at byggja uppá verandi skipanir.
Tað liggur ein stór ábyrgd hjá kommunum og landi, tá tað umræður hugburðsbroytingar til umhvørvið. Initiativið liggur tí hjá tí almenna, tí umhvørvisátøk ofta krevja eina tillaging í gerandisdegnum hjá fólkum og tey geva eitt størri samfelags- og umhvørvisyvirskot heldur enn tað stóra avlopið á fíggjaryvirlitinum hjá vinnuni.

At skapa eina hugburðsbroyting millum fólk og íverksetarar ger, at vinnan fer at kunna fáa fyrimunir av, at taka við umhvørvisátøkum. Tað síggja vit, eitt nú við at fyritøkur brúka umhvørvið beinleiðis í teirra marknaðarføring. Hettar gera nakrar fyritøkur longu, men vit skula arbeiða fyri, at nógv fleiri velja ta grønu leiðina, tí tað skal loysa seg.

Grøna hugburðsbroytingin sum skal til í Tórshavnar kommunu krevur, at eitt fólk við stórum grønum hjarta fær umhvørvismál.

Grøn vinna: lokal framleiðsla og endurnýtsla

Grøn vinna er vegurin fram. Fyrimunurin við eitt nú endurnýtslu og lokalari framleiðslu er, at tað skapar nógvar jaligar ringvirkningar í lokalsamfelagnum og minkar um útlátum, ið standast av flutninginum av vøru úr fjarskotnum londum.

Vit hava nógvar góðar íverksetar, ið gagnnýta okkara serstaka tilfeingi. 

Matvinnan blómar og eitt nú Kirkjubøgarðurin gongur fremstur við at virðisøkja kjøtið og borðreiða í serligu hugnaligu og søguligu kørmunum í roykstovuni. Norðlýsið og tónleikavinnan nýta m.a. grottur sum katedralar at hava konsertir í. Klintring í okkara brøttu homrum og fuglabjørgum er væl á veg, at blíva okkara næsta ferðafólkaattraksjónin?

Íverksetarar skapa grundarlag fyri stórum búskaparligum vøksti í londum kring okkum, tí leggja bæði lond og kommunur seg eftir, at skapa so góðar karmar og grundarlag fyri íverksetarar og vinnu, sum til ber.
Umhvørvið skula vit at verna um, tí skal kommunan hugsa nógv meir grønt - eisini tá kemur til grøna íverksetan og vinnu.



Norðlýsið og TUTL skipa fyri GROTTO KONSERTUM

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.

Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni í skúlanum, og vilja tí heita á tykkum avvarandi mynduleikar og politikarar, um at arbeiða skjótt og finna pláss, og skipa serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar, ein til grunddeild, ein til miðdeild og ein til hádeild eftir kunngerðini frá 19.03.2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá hugsað verður um, at tað var longu í november 2013 at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, sum kom til ta niðurstøðu, at ...