Skip to main content

Bussleiðin skal gera tað lættari at seta bilin

Vit hava bygt upp eina fantastiska ókeypis bussleið, sum hevur gjørt, at nógv fleiri borgarar í Tórshavnar kommunu koyra buss, heilar 100.000 ferðandi koyra buss teir 24 dagarnir um mánaðin, umroknað til heilar dagar, bussurin koyrur.
Bileigarar hava haft møguleika at seta bilin í ávísum tíðarskeiðum. Bilurin hevur tó verið neyðugur at haft, tí bussurin koyrir ikki hvønn dag og bert partar av leygardegnum, sum er.

Nú er tíðin komin til at bilurin skal kunna setast, tí bussleiðin skal koyra hvønn dag, og nóg ofta til at øll skula kunna velja bilin frá.

Kostnaðarmetingin fyri hesa bussleið eg droymi um, kostar einar 3-6 milliónir meir. Ein stór upphædd, men hyggja vit eftir teimum menniskjaligu, umhvørvisligu og eisini fíggjarligu ágóðarnir eru, so er lætt hjá mær at taka støðu.

- Felagsflutningur er nógv betri fyri umhvørvið
- Foreldur kunnu í nógv størri mun lata børnini koyra til og frá við bussinum
- Øll, sum ikki kunnu koyra bil, vinna stóra fríheit, um tey kunnu líta á bussin
- Samlaða bilferðslan verður minni og vegirnir tí tryggari.
- Betri grundarlag fyri at støðugt at betra um bussleiðina, bussskýlini og øllum rundan um bussleiðina.
- Færri bilar verða innfluttir, meir peningur til føroysku familjurnar.
- Trýstið á parkeringina í miðbýinum minkar

Hettar eru bert nakrir av teimum mongu ágóðunum. Tað er bert ein vansi og tað er at tað kostar nakrar milliónir, men sum verða spardir inn aðrastaðir. Bussleiðin kostar sum er, tað skal eitt sindur av peningi til at lyfta hana uppá eitt sera gott, nøktandi og umhvørvisligt støði.

Politikarar skula raðfesta skattainntøkurnar eftir sínum hugsjónum. Tað skal eingin ivi verða um, at eg fari at seta alt inn fyri at bussarnir fara at koyra hvønn dag og allan dagin.

Bjørg Dam
Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tóshavnar kommunu
Les meir á heimasíðuni hjá Bjørg Dam



Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...