Skip to main content

Tey bleytu í ferðsluni


Komandi valskeið verður koyrandi ígjøgnum undirsjóvartunnilin. Bilasølan slær met ársfjórðing eftir ársfjórðing. Bilferðslan bara veksur og veksur. 

Trygdin hjá børnum, súkklum og gongufólkum skal raðfestast hægst, og tí skal alt vegakervið í kommununi tillagast okkara bleytu í ferðsluni.

Umhvørvið og likamið hevur best av at vit flyta okkum sjálvi, tí skula súkklubreytir, bungur og smalkan av vegnum og onnur ferðslutálmandi átøk tryggja vegirnar. 


Nógv er gjørt, nógv er eftir. 

Kom við okkum til 2020.

Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. 

Bjørg Dam



Popular posts from this blog

Røða: 5 loysnir 5 umhvørvismál

Umhvørvið er stórsta politiska avbjóðingin anno 2019. Í hesari røðuni, havi eg sett 5 sera týðandi mál upp, sum komandi løgting verður noytt at fyrihalda seg, viðgera og taka avgerð um. Málini eru: 1: Heimsmál nr. 12, sum er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðsla.  2: Bussleiðin,  koyra saman sparir umhvørvið. 3: Fótgangarateigar, at ganga er umhvørvisbest, men má verða trygt. 4: Burðardygg orka og oljutangar 5: Plast og órudd í náttúruni, og hvussu vit kunnu koma hesum til lívs Í røðuni, ið eg helt á veðurlagsverkfallinum herfyri, kasti eg í kjakið við mínum loysum, sum vónandi seta ferð á umhvørvisleiðina. Góðan lesihug. 

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.

Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni í skúlanum, og vilja tí heita á tykkum avvarandi mynduleikar og politikarar, um at arbeiða skjótt og finna pláss, og skipa serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar, ein til grunddeild, ein til miðdeild og ein til hádeild eftir kunngerðini frá 19.03.2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá hugsað verður um, at tað var longu í november 2013 at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, sum kom til ta niðurstøðu, at

Stolt foreldur!

Sum forkvinna í ADHD felagnum og vit bæði, sum avvarandi foreldur eru sera sera errin av, at fáa høvi at leggja bil til og koyra fremst í Pridini, sum var í gjár. Vit sum foreldur hjá barni við ADHD kenna væl kensluna av, at ikki kenna seg rættan, ikki nóg góðan