Skip to main content

UMHVØRVISPOLITIKKURIN er samtyktur, nú skal raðfestast



Eg fegnist stórliga um, at býráðið 12.9.2016 samtykti umhvørvispolitikkin fyri Tórshavnar kommunu. Nú er fyrsta stóra takið tikið til eina grøna kommunu, vit øll kunnu verða stolt av. 

Fyri at politikkurin i
kki skal enda í einari skuffu, er tað sera týdningarmikið at ein eldhuga grøn sál kemur í býráðið at fremja umhvørvispolitikkin í verki.

Soleiðis stendur at lesa á torshavn.fo:
"Umhvørvispolitikkurrn stingur út í kortið, hvussu vit í øllum virksemi taka atlit at umhvørvinum soleiðis, at komandi ættarlið hava somu møguleikar at gagnnýta náttúruna og tess tilfeingi eins og undanfarin ættarlið. Til ber at lesa samtykta umhvørvispolitikkin HER
Nú verður arbeitt víðari við at gera ein faldara til umhvørvispolitikkin. Hesin faldari kemur á torshavn.fo í næstum." 

Vit sum brenna fyri umhvørvinum vita, at tað eru nógvar avbjóðingar á økinum - hugburðsbroyting er eitt, tora at seta umhvørviskrøv er eitt annað. 

Eg havi sett mær 6 mál, at arbeiða ímóti fram til 2020.

MÍNI MÁL:
  • bussleiðin koyrir alla dagar, tí at koyra saman er grønari
  • er kommunan væl við og helst førandi á umhvørvisøkinum
  • vit hava fjølbroytta grøna vinnu, sum kastar ferfalda í samfelagið
  • vit skilja lívrunnið affall, og eru sjálvforsýnandi í mold og tøðum
  • vit endurnýta meira affall
  • kommunan koyrir elbil, tá tað ber til
Lesið øll málini her: Hugsjón & Mál
Eg vil fremja umhvørvispolitikkin út í verkið.

Veljið tí eina sterka grøna kvinnu í býráðið 8.november. 

Bjørg Dam
Valevni Javnaðarfloksins til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu. 



Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...