Skip to main content

Slow ferðavinna: Fleiri inntøkur betri umhvørvi

Slow-ferðavinna, er altjóða heiti, har ferðafólkið tekur sær stundir at kenna ferðamálið og mentanina gjølla. Les meir um slow travelling

Í Føroyum skula vit leggja okkum meir eftir hesum ferðafólkunum, tí tað eigur ikki verða talið á ferðafólkum, sum er málið, men støddin av valuta tey leggja eftir sær, og minimeringin av neiligu sporunum eftir ferðafólkunum í umhvørvinum. Atlit skula takast til bygdafólkið, og skula tey órógvast í minsta mun. 


Fyri at røkka slow-ferðafólkum má tænasta og góðska verða í hásæti. 
- Kommunan skal stuðla uppundir privatum initiativum
- skapa røttu karmarnar fyri, einari skilagóðari og burðardyggari ferðavinnu, sum gevur avkast, eisini úti um landið. 

Hetta vil eg arbeiða fyri á Vaglinum. 

Bjørg Dam 
Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. 

Áveg til grottokonsert


Fantastisk slow ferðavinnuuppliving

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...